Føroyar og Peru

Bogi Eliasen, cand.scient.pol

Føroyar hava valt at hava menningarsamstarv við Peru, har eisini føroysk vinnulig áhugamál eru. Tí hevur tað føroyskan áhuga, tá val eru í Peru. Hvør stjórn og hvør forseti situr, kann hava stóra ávirkan á búskaparrenslið, og hvussu til ber at arbeiða í Peru.
Fujimori
Áðrenn at Fujimori tók við í 1990, var Peru undir leiðsluni av júst Alan Garcia at kalla fariðá heysin. Óskilið var so álvarsamt, at altjóða bankar vildu ikki seta fótin í Peru, sum eisini var illa plágað av yvirgangi. Tann politisk ókendi universitetsprofessarin Alberto Fujimori, sá sær her møguleikan at vinna sær frama í eini skipan, har fólkið einki álit hevur á politikkarum, og sat hann fram til 2000. Fujimori var í byrjanini væl lýddur, tí hann fekk bilbukt við yvirgangi og eisini skil á búskapinum. Hyperinflatiónin bleiv tálmað og nógv blev gjørt fyri eisini at menna fjarstkotnu partarnir av Peru. Men Fujimori vildi ikki frá aftur valdinum, og umvegis ivingasamar broytingar fór hann eisini í gongd við triðja skeiðið sum forseti. Tann gleðin gjørdist tó stokkut. Høgra hondin, fyrrverandi CIA njósnarin Vladimiro Montesinos sum var rikin í útlegd fyri landasvik, , bleiv tikin fyri at mutra, og so kom ein gøla fyri og onnur eftir undan kavi sum endaði við at Fujimori, sum er av japonskum uppruna, valdi at hoppa av og søkja sær friðskjól í Japan.
Toledo
Ein fyribilsstjórn sat so til næsta forsetavalið, sum fráfarandi forsetin Alejandro Toledo vann í øðrum umfari, á júst Alan Garcia. Lourdes stillaði eisini upp tá, man kom ikki í annað umfar. Toledo var tann fyrsti við upprunablóði, alla cholo,, sum varð forseti í Peru. Hann hevur loyst uppgávuna rímiligt, men byrjaði við at gera at eitt megnarmistak við at koyra elituna til hús fyri at seta Choloar í staðin, og nógvir av trupulleikunum stava frá, at elitan hevur arbeitt ímóti honum.

Garcia
Trupulleikarnir Peru hava havt og hava m.a. viðført, at landið er heldur fátæksligt, eisini í Suðuramerikonskum høpi. Fíggjarliga óskilið, serliga undir Alan Garcia fram til 1990 gjørdi eisini, at trupult var at fáa útlenskan váðafúsan kapital til landið, eins og bæði vanligir bankar og menningarbankar og stovnar aftraðu seg.
Búskaparendurreisn
Nógv kann sigast um Fujimori, men tjóðarbúskapurin kom undir honum í vanliga legu, og álit byrjaði aftur at koma. Við Toledo sum forseta hevur vøksturin eisini verið tann størsti í Suðuramerika, eini 5 prosent. Búskaparpolitiskt hevur sostatt dentur verið lagdur á, at skil er á og serliga undir Toledo at fáa til hølvdar betri handilsavtalur. Og júst ein handilsavtala er vorðin ein av hornasteinunum í forsetavalinum.
Altjóða samstarv
Toledo hevur eina klára fríhandilsavtalu við USA í lummanum, sum hann júst hevur undirritað, men akkurát sum við okkara sáttmála við Ísland,, skal hesin eisini ígjøgnum tingið. Tí hava tjóðskaparpopulistar koyrt valdyst m.a. við at krevja hesa avtaluna afturtikna, og at Toledo átti at latið hana ligið til komandi forsetan. Humala, sum hevur tikið øll á bóli, og er harðliga ímóti avtaluni við USA. Hann leggur seg hugmyndaliga undir liðini á Hugo Chaves í Venesuela og Evo Morales í Bolivia. Lula í Brasil var eisini meira kantutur, áðrenn hann tók við valdinum har.
Næsta umfar
Sum tær sær út í løtuni, verða tað Humala og Alan sum koma víðari í annað umfar, meðan ein av favorittunum Lourdes, heldur ikki á hesum sinni sær út til at hava nóg mikið, hóast munurin er sera lítil. Tí bendir alt á, at komandi valið verður millum ein fyrrverðandi forseta og ein populist, sum sær út til at vilja leggja seg til vinstru og tálma altjóðagerðini av Peru. Hin er fyrrverðandi forsetin, sum í hvussu so er fær ávaringarljósini í altjóða fíggingarstovnunum at blunka.
Føroysk áhugamál
Føroyar hava sum sagt bæði privat vinnulig áhugamál og menningarsamstarv. Privata vinnan hevur sjálvsagt fingurin á pulsinum, tí búskaparpolitiski leisturin kann hava alt at siga, um tað lønar seg at arbeiða í ella við Peru. Ein forðing hevur nevniliga verið tekniskar forðingar, sum hava gjørt tað truplari fyri útlendingar, og eru útlitini til at forðingar herðast, kann tað gerast ein trupulleiki sum ger, at vinnan missir áhugan. Eisini er áhugi fyri at fáa ein støðugan forseta, tí tað gevur beri og tryggari arbeiðsumstøður, eins og tað í einum langtíðarperspektivi er ynskiligt at hava eina menning, sum betrar um samfelagið og hækkar keypiorkuna og økir um møguleikarnar fyri vinnu í Peru. Í menningarsamstarvhøpi er sjálvsagt ynskiligt, at talan er um eina stjórn sum ynskir samstarv, og sum ikki ætlar at byrgja seg inni.
Ikki tað besta
Tí kundi verið líkt til, at úrslitið av fyrsta umfarið av forsetavalinum ikki er eftir føroyskum ynskjum. Men tað veldst um hvussu ein velur at hyggja eftir tí. Um so er at Humala kemur fram at valdinum, hevur hann m.a. lagt upp til at samstarv við USA ikki er ynskiligt, og í heila tikið tykist hann ikki at vilja leggja dent á uttanríkisviðurskifti. Føroyar eru í hesum spæli ein pinkuaktørur, sum ikki eru nøkur hóttan, og tí kundi tað verðið soleiðis, at mótviljin móti serliga USA ikki rakar samstarv við pinkaktørar sum Føroyar. Mest sannlíka er tó at Alan Garcia vinnur annað umfar. Tað er sjálvsagt torført at meta um, hvat hendir við honum við valdinum, men uttanfyri Peru er hann sjálv ímyndin av fíggjarliga óskilinum og de facto konkursinum, tí kann tað fíggjarliga verða torført hjá Peru at varveita tað altavgerandi álitið í altjóða fíggjarheiminum, og kanska verður kravið til hansara, at hann frá degi eitt skal prógva at nakar dugur er í honum við róðri, tí seinasti túrur við honum á brúnni var ein tann størsti bummtúrurin í søguni. Fyri føroysk áhugamál, hevði helst verið betri um onkur annar kom fram at, men tað fáa vit føroyingar ikki gjørt so nógv við.
Tó møguleikar
Hinvegin kann sigast, at við hesum givnu umstøðunum hava vit komparativt ein fyrimun, tí vit eru ikki ein hóttan og hava áhugamál í eini vinnu sum hevur eitt stórt menningarpotentialið, nevniliga fiskivinnuni. So støðan kundi verið væl betri í absoluttum hugsunnarhátti, men relativt kunnu Føroyar koma at standa sterkar orsakað av serligu umstøðunum. Leggjast skal tó afturat, at hjá einum sum mær við einum serligum tokka til Peru, er tað við ringum tannabiti at eg eygleiði valúrslitið. Men handil og politkkur snýr seg eisini um at optimera úrtøkuna við teimun kortum tilvildin gevur tær í hondina. Og har eru leikir sum Føroyar heilt greitt kunnu brúka, hóast hondin ikki er tann besta. Í føroyskum menningarhøpi er størsti trupulleikin tó, at lógin ikki er samtykt á Føroya Løgtingi enn, og tí er alt arbeiðið frá føroyskari almennari síðu sett á stand by, og tað er ikki at geva sær sjálvum bestu kortini, um nakar vilji er til at fáa í lag menningarsamstarv við Peru. Afturat skal sigast at stuðulin til Humala er í trá við tað sum er hent í Bolivia, Venesuela, Brasil og Argentina. Fólkið ynskir eina meira støðuga skipan við javnari býti og harvið tryggleika. Eisini er tað troytleikin av framhaldandi mutrinum í politisku elituni. Sjálvt um Humala neyvan vinnur seinna umfar, her fólksliga signali frá serliga teim fátæku ein greið misálitsváttan til politisku skipanina, sum tey slettis ikki kenna seg umboðaði av.