Føroyar og Kyoto

Olja og CO2

Regin Joensen

 

Sum einasta samfelag í Norðurlondum eru tað Føroyar, ið ikki vilja undirskriva Kyoto-avtaluna. Sjálvt um Føroyar eisini er tað samfelag, ið vil kenna stórsta sviðan, um Kyotoavtalan verður av ongum. Kyotoavtalan er bara ein byrjan fyri at taka ábyrgd av útlátinum av veðurlagsgassum í atomsferðina, men hon er eitt neyðugt stig á rættari leið.

Lívsgrundarlagið í Føroyum er fiskivinnan, og fiskivinnan vil koma at merkja stórstu negativu ávirkan av útlátinum av veðurlagsgassum ? av tí at Føroyar liggja landafrøðisliga millum tann heita Atlantarshavssjógvin og tann kalda pólsjógvin, og hetta markið er grundarlagið undir føroyskari fiskivinnu.

Við økingini av veðurlagsgassum vil gerðin av djúphavssjógvi minka við tað at pólurin smeltar og sjógvurin verður feskari, og á tann hátt missur tann fysiska eginleikan, ið vil ávirka dragið á Atlantarhavs-sjógvin á tann hátt, at sjógvurin rundan um Føroyar verður kaldari, og harvið minka um grundarlagið fyri fiskivinnu og aling í føroyskum sjógvi.

Men oljuvinnan hevur sjálv funnið út av, at CO2 er vorðið ein resursur í útvinning av olju, tí oljuvinnan kann nýta CO2 sum hjálp í útvinning av olju úr undirgrundini, við at pumpa CO2 niður aftur í oljubrunnin og harvið økja trýstið í brunninum, og tann hátt fær pumpað enn meira olju úr hvørjum brunni. Og hetta er ein tøkni, ið longu er í nýtslu á oljufeltunum í Norra og í Danmark. Sum dømi hevur Siri borpallurin í donskum øki minkað CO2 útlátini í apríl í ár úr 25000 m3/dag til 300 m3/dag.

Men henda tóknin varð fyrst tikin í nýtslu á Sleipner økinum, hvar CO2 innihaldið í gassinum var 9% og mátti minkast niður í 2,5%, áðrenn gassið kundi seljast, og avgjørt varð at pumpa CO2 1000 m niður í undirgrungina. Tí skuldi Kyotoavtalan ikki verið til hindurs fyri eini oljuvinnu í Føroyum, men heldur ein møguleiki fyri eini vinnu, sum tekur ábyrgd av sær sjálvari, og sum upp á longri sikt við nýtslu av gasskraftverkum á landi vil koma at minka um CO2.