Føroyar og India skulu samstarva

Í hesi vikuni fara umleið 30 umboð fyri landsststýrið og føroyskt vinnulív á kunningarferð til India. Endamálið er at skapa føroyskum virkjum og vørum eina tryggari og meira kappingarføra grund at standa í altjóðagerðini. Løgmaður stendur á odda fyri sendinevndini

Indiaferð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

Tað kann ljóða sum afturljóð ella ekko frá farnari tíð, nú tað frættist, at ein stór sendinevnd úr Føroyum fer til India at kanna samstarvsmøguleikar. Fyri umleið 20 árum síðani fór táverandi løgmaður, Atli Dam eisini til India um ikki júst í somu ørindum, so í líknandi ørindum. Eftir at føroyski vinnulívsmaðurin Guttormur Djurhuus fyrstu í 80-unum við ágrýtni og vissiónum hevði lagt lunnar undir eitt samstarv, har føroyski báturin skuldi koma indiskum útróðrarmonnum til góða, fór Atli Dam nøkur ár seinni til India at vera við til upplatingina av eini verksmiðju, sum skuldi gera føroyskar plastbátar.

Í dag - 20 ár seinni - verður enn ein roynd gjørd at knýta bæði vinabond og samstarv millum hesa eini av heimsins minstu tjóðum og eini tí størstu og fólkaríkastu.

Arbeitt hevur verið við ætlanini í eina tíð og er tað John Rajani, ið hevur tøtt familjubond til India, sum hevur tikið sær av fyrireikingunum. Nú er so við at koma undir land, men eina løtu sá svart út. Tað var um reppið, at alt tiltakið varð lagt á hillina.

Ótryggleiki
Í sambandi við kreppuna millum Danmark og muslimska heimin var tað frammi, at man væntaði, at tað kundi blíva ófriðaligt í India eisini, nú 14% av indarum eru muslimar. Danska uttanríkisráðið hevur so ikki mælt frá at fara til India. Fyri at kunna seg persónliga við støðuna tosaði Jóannes Eidesgaard við Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra nú um dagarnar og hann segði honum, at hann skuldi sjálvur til Indiav sum hurðaupplatari fyri eini danskari sendinevnd í apríl. -Hví skulu vit tá avlýsa ferðina sigur løgmaður, tó vitandi um aðrar vandar so fuglakrímið, men tað eru so teir vandar, sum eru alla staðni kring heimin.

Sjálvandi hevði eg ikki farið á odda fyri eini føroyskari sendinevnd, um eg var sannførdur um, at eg kundi leiða fóllk út í eina ótrygga støðu. Man noyðist tó at vísa varsemi og ferðast við skili.

Landsstýrið hevur tætt samband við donsku sendistovuna í New Delhi um hesi viðurskiftini og fáa tey at vita, at har er alt stilt og róligt. Eingin orsøk er til at kenna seg ótryggan. Løgreglan í India tykist eisini at hava tamarhald á støðum sum hesum. -Men, leggur løgmaður aftrar,-vit fara sjálvandi at taka øll fyrilit.

Týðandi partar av vinnulívi við
Talan er um umleið 30 fólk, sum fara til India. Frá landsstýrinum eru løgmaður og løgmansstjóri. Síðani er John Rajani við sum stigtakari og fyrireikari av túrinum. Bjørt Samuelsen verður við sum kunningarráðgevi og skal fylgja við og taka samanum sohvørt ferðin gongur.

Jóannes Eidesgaard, løgmaður sigur, at endamálið við ferðini er at bjóða nøkrum lyklapersónum í føroyskum vinnulívi til at fáa nakrar møguleikar fyri einum samstarvi við indiskt vinnulív. -Vit hava roynt at peika út tey vinnuøkini, har vit halda, at eitt samstarv kann byggjast upp. Tað fevnir um fíggjarheimin, um KT vinnuna, lýsingarfyritøkur, tøkniligar fyritøkur, sum hava við fiskivinnuna at gera, sniðgeving og lutvíst eisini byggivinnuna.

Áhugin hevur verið sera stórur hjá vinnuni at koma við til India.

Uppá fyrispurning hví ferðin verður gjørd nú vísir løgmaður m.a. til altjóðagerðina. -Tey, sum føroyskt vinnulív eru í kapping við rundan um okkum, troyta samstarvið við eitt nú India og Kina. Samstarvið snýr seg um at fáa gjørt vitunar- og kostnaðartungar uppgávur gjørdar har eysturi, sum so ger, at tey eru før fyri at vera við í kappingini. Gera tey tað ikki, so klára tey ikki at kappast.

Eitt tað besta dømi um hetta frá føroyskari síðu er, at Vónin í Fuglafirði í kapping við íslendsk og onnur trolvirki vann eitt tilboð uppá eina nót til ein pelagiskan trolara, og har orsøkin er tann, at teir fáa tað fínmeskaða netið gjørt í India. Skuldi hetta verið gjørt heima ella í Europa so hevði virkið ongan møguleika havt at verið við í kappingini. Endamálið er tí at seta okkara vinnulív í nøkunlunda somu støðu hvat kapping viðvíkur sum vinnulívið rundan um okkum, og sum vit kappast við leggur løgmaður aftrat.

Uppgraderer arbeiðsmegi
-Merkir hetta so ikki, at arbeiðspláss kunnu verða flutt úr Føroyum til eitt nú India?

-Tað kann tað sjálvandi lutvíst gera. Tað hava vit sæð í Danmark, har tekstil- og møbilídnaðurin og entá blaðídnaðurin eru farin eystur eftir og fingið samstarv har. Men tað hevur so ikki merkt, at tað er blivið minni arbeiði í Danmark. Tað vísir seg, at tú flytur uppgávurnar frá, at har tú hevur havt t.d. konur, sum sita og seyma, hevur tú nú somu konur við uppskúling, sum sita og designa og marknaðarføra. Tú fær uppgraderað tína egnu arbeiðsmegi, tí tú bráddliga fær tíð og orku til at gera nakað annað.

Løgmaður sigur, at tað í síðsta enda er spurningurin: tapa vit kappingina so missa vit øll arbeiðspláss, so her er tað ein spurningur um at halda fast við kappingarmomentið, og tað gera vit við at stilla føroyskt vinnulív við júst somu fortreytum sum vinnulívið rundan um okkum.

India rætta landið
-Men hví fara heilt til India - eru ikki onnur lond tættari upp at okkum, sum vit kundu vitjað og samstarvað við?

-Vit vita, at grønlendingar hava fingið eitt stórt samstarv við Kina, og at Danmark hevur fingið samstarv við bæði Kina og India. Orsøkin til at vit hava valt India framum Kina er tann, at India er kanska meira vesturlendskt, meira opið og málsligi førleikin hevur eisini nógv at siga. India er eisini eitt land, sum er í veldugum búskaparligum vøkstri og sum hevur ein sera stóran dynamikk í nøkrum vinnupørtum, serliga innan KT men sanniliga eisini innan nógvar aðrar vinnur.

Eitt annað, sum er áhugavert við India, er, at landið er ein av heimsins størstu fiskivinnutjóðum. Tey hava eisini eina stóra alivinnu, so tað er kanska eisini ein spurningur um, um tað ber til hjá føroyskum vinnulívi at fáa marknaðarført seg og kanska fáa møguleika at selja nakrar av teimum vørum, sum vit hava útviklað, og tí er fiskivinnan rímuliga væl umboðað í nevndini.

Vitja víða
Tey vera í India í 10 dagar og fara rættiliga víða um. Byrjað verður í New Delhi, har løgmaður m.a. fær møguleika at hitta nakrar av teimum týðandi ráðharrunum eitt nú uttanríkisráðharran. Síðani verður farið til Bangalore har suðuri India, sum er indiska svarið uppá Silliconvalley. Haðani verður farið til Cochin, sum liggur í útsynningspartinum av India, har fiskivinnan er savnað. Har verður gjørd ein føroysk framløga um føroyska fiskivinnu og føroyskar vørur. Ferðin endar í Bombay.

-Tað eru 20 ár síðani, at Atli Dam, løgmaður fór til India saman við Guttormi Djurhuus vinnulívsmanni at lata upp eina verksmiðju, sum skuldi gera føroyskar bátar. Hvussu kenst tað nú at fara sama veg?

-Tað, sum eyðmerkti Atla var, at hann oftani var nógv frammanfyri síni tíð. Taka vit svartkjaftin, so er júst tað, sum nú hendir umborð á Atlantic Navigator, tað, sum hann droymdi um skuldi eydnast í 80-unum, men tað tók bara 20 ár eyka, áðrenn tað fór at ganga tann rætta vegin. Tað er tað sama, sum ger seg galdandi nú. Eg meti, at tíðin er búgvin til at at fáa bygt upp eitt samstarv við eitt nú India, men tað hevur eisini nakað at gera við, at vit føroyingar blíva ein partur av altjóðagerðini. At vit ikki síggja nokk í okkara egnu fortreffiligheitum men taka upp avbjóðingarnar á líka fóti við onnur. Har haldi eg at Jákup á Dul Jacobsen eisini eigur at vera ein veldug inspiratión til føroyskt vinnulív við at siga, at tað er uttanfyri landoddarnar at vit skulu vinna sløgini og so kunnu koma heimaftur við royndum og møguleikum.