Norðuratlantsbólkurin leggur nú eitt ítøkiligt lógaruppskot fyri Fólkatingið um, at Føroyar og Grønland skulu hava fult innlit í figgjarliga bankavirksemið ? ikki bert tá kreppur eru íkomnar, men javnan og regluliga. Endamálið við uppskotinum er at tryggja føroysku og grønlendsku myndugleikunum fult innlit í metingarnar hjá Fíggjareftirlitinum av støðuni hjá bankunum í Føroyum og Grønlandi, siga tey bæði Høgni Hoydal, fólkatingslimir fyri Føroyar, hann umboðar Tjóðveldi, og Juliane Henningsen, fólkatingslimur fyri Grønland, sum umboðar IA.
- Tørvurin á eini slíkari lógarbroyting er vorðin alsamt greiðari við afturvendandi kreppum í føroyska bankakervinum ? nýggjasta dømið er málið um Eik banka, siga tey bæði.
Tey staðfesta, at søgan hevur víst okkum, at vantandi innlit í fíggjarliga virksemið ger, at politisku myndugleikarnir verða kroystir út í kreppuviðgerð undir stórum tíðartrýsti uttan neyðugu vitanina og innlitini í málinum, og at ongi fyribyrgjandi tiltøk verða framd í búskaparpolitikkinum.
Høgni Hoydal sigur, at tað var longu í 2005, at Norðuratlantsbólkurin royndi longu at fremja hesar broytingar, men tá fingu tey bert tryggjað, at føroyskir myndugleikar skuldu kunnast í sambandi við kreppustøður.
- Royndirnar síðani hava prógvað tørvin á, at vit taka ábyrgd av gongdini í føroyska fíggjargeiranum og leggja okkara politikk neyvt til rættis, so vit ikki aftur sita sum kánus og siga okkum onki vita.
Tí hevur hann góðar vónir um, at uppskotið fer at verða samtykt hesaferð.
Umframt hetta skulu vit sjálvsagt eisini gera broytingar í føroyskari lóggávu, so at vit hava neyv og dagførd hagtøl um alt virksemið í fíggjargeiranum.
À myndini eru tað Høgni Hoydal og Juliane Henningsen.










