Í 10 ár hevur amerikanarin Matthew Workman tosað um Føroyar og føroysk viðurskifti í poddvarpi sínum Faroe Islands Podcast, sum er tøkt á netinum. Hann hevur umrøtt alskyns tiltøk, og havt samrøðu við heilt nógvar áhugaverdar føroyingar, sum hava gjørt seg galdandi í eitt nú mentanarlívinum seinastu árini.
Við hesum hevur Matthew Workman um nakar skjalfest eitt stórt petti av føroysku samtíðini frá 2009 til í dag - og tað serliga er, at alt hetta er skjalfest á enskum máli.
Faroe Islands Podcast er tikið niður í fleiri enn 120 londum.
Stóra ávirkan á lívið
Hesi 10 árini við The Faroe Islands Podcast hava verið sera mennandi og týdningarmikil fyri amerikanska Føroyavinin.
- Hetta hevur verið tann kreativasta og mest persónligt nøktandi verkætlanin, eg nakrantíð havi verið við til. Tað er trupult at gera ov nógv av ávirkanini, hetta hevur havt á lívið hjá mær. Nógvir av mínum nærmastu og bestu vinum liva í Føroyum, sjálvt um eg bara eri sama stað sum teir nakrar fáar vikur um árið, sigur Matthew Workman.
##med2##
- Takk fyri, føroyingar
- Takk fyri, sigur hann á føroyskum og kemur við einum beinleiðis boðum til mongu føroyingarnar, hann hevur møtt á síni leið.
- Føroyska fólkið hevur víst mær so stóran blíðskap og hásinni, og eg veit, at eg ongantíð fari at kunna løna tykkum hetta aftur. Eg fari ongantíð at taka tykkara gestablídni fyri givið. Hetta landið og fólkini, sum búgva her, hava broytt mítt lív, og eg kann ikki takka tykkum nóg nógv.
Í juli kemur Matthew Workman aftur á vitjan í Føroyum at vitja vinir og gera meira poddvarp. Hann hevur ongar ætlanir um at gevast enn, tí hann heldur tað hava stóran týdning at halda poddvarpið á lívi, eftir sum hetta er einasta enska poddvarpið um Føroyar.
Til ber at hoyra Faroe Islands Podcast HER.
Í Vikuskiftis Sosialinum er long samrøða við Matthew Workman, har hann greiðir nærri frá upprunanum til poddvarpið, og so tekur hann saman um hesi seinastu 10 árini við Faroe Islands Podcast.