Fríggjadagin 1. august varð sending nr. 100 av ?Føroyar mítt land? send á Rás2 Stutta sendingin, sum er á skránni gerandisdagar, og sum nevnist ?Føroyar mítt land?, er vorðin ein sera væl umtókt sending á Rás2. Fríggjadagin 1. august hevði fólksliga sendingin, sum viðger ymiskar tættir innan føroyska mentan, fólkalív og søgu sítt fyrsta jubileum. Talan varð nevnliga um sending nr. 100. Janus Mohr, sum er stigtakari og primus motor aftanfyri sendingina er sera væl nøgdur við hesar fyrstu 100 sendingarnar, og vísir Janus á, at heili 33 ymisk fólk hava verið við til at gera hesar 100 sendingarnar. Janus hevur gott og væl fingið kortlagt allar ?Føroyar mítt land? sendingarnar, sum skulu sendast restina av 2008. Nú millum kl. 13 og 14 í dag, so ber til at hoyra ?Føroyar mítt land? nr. 96, 97, 98, 99 og 100 á Rás2. Sending nr. 101 verður at hoyra mánamorgun kl. 8 og 9, og mánakvøld kl. 22 og 23.