- Tað er framvegis sera lítil vitan fingin til vega um føroysku undirgrundina. Tað eru bert 5 brunnar boraðir enn, og um vit samanbera við til dømis Noregi, so eru fleiri enn 1000 leitibrunnar boraðir har meðan vestan fyri Hetland bretsku megin eru yvir 200 leitibrunnar boraðir, vísir hann á.
Strong trygdarkrøv
Hann vísir eisini á, at hóast oljufeløg hava áhuga í at bora, so er hetta ikki so lætt kortini, tí torført er at fáa fatur á boripallum at bora í føroyskum øki.
- Trygdarkrøvini í Føroyum eru sera strong. Bretskir boripallar kunnu ikki pr. automatikk nýtast í Føroyum, tí føroysku trygdarkrøvini eru strangari enn í Bretlandi. Spurningurin er, um tað er neyðugt at hava so strong krøv í Føroyum, heldur Teitur Poulsen.
Hann heldur tað vera vert at umhugsa, at tá boripallar eru nóg tryggir at nýta í bretskum øki, um teir so ikki eru tað í føroyskum øki eisini.
- Kanska gera vit okkum eina bjarnatænastu við at seta so strong krøv. Seinast borað var í Føroyum, mátti boripallurin heintast heim líka úr Brasil, hóast at aðrir boripallar, ið ikki luku tey føroysku trygdarkrøvini, men sum reint tøkniliga kundu havt borað brunnin, lógu beint hinumegin markið i bretskum øki, vísir Teitur Poulsen á.
Eisini skattaskipanin forðar
Ein onnur forðing fyri at fáa meiri gongd á føroyska oljuvinnu heldur Teitur vera skattaskipanina, ið ikki er nóg lokkandi. Marginalskatturin í Føroyum fyri oljuinntøkur er ov høgur samanborið við onnur jomfrúulig økir. Gamaní er skattaskipanin líka góð ella betri enn tann norska og tann bretska, men sum eitt jomfrúuligt øki í oljuhøpi eigur størri munur at vera á, heldur Teitur.
Hann heldur tað vera rætt at broyta tey viðurskifti, sum føroyingar kunnu broyta rætta vegin. Til ber ikki at broyta tey náttúrugivnu viðurskiftini, sum jarðfrøði og veðurlag, men til ber at broyta vinnulig og samfelagslig viðurskifti, so tað gerst meiri lokkandi fyri oljufeløg at koma hendanvegin.
- Onkur burdi spurt seg sjálvan, hví tað ikki er meiri ferð á leitivirkseminum í Føroyum enn tað sama við hesum høgu oljuprísunum, sigur Teitur Poulsen at enda. Føroyar kundu verið meiri lokkandi fyri oljufeløg
Hóast langt úr landi skotin so eygleiðir Teitur Poulsen eisini gongdina í føroysku oljuvinnuni. Hann heldur, at umráðandi er at fáa fatur á meiri vitan, um verulig gongd skal koma á føroyska oljuvinnu.
- Tað er framvegis sera lítil vitan fingin til vega um føroysku undirgrundina. Tað eru bert 5 brunnar boraðir enn, og um vit samanbera við til dømis Noregi, so eru fleiri enn 1000 leitibrunnar boraðir har meðan vestan fyri Hetland bretsku megin eru yvir 200 leitibrunnar boraðir, vísir hann á.
Strong trygdarkrøv
Hann vísir eisini á, at hóast oljufeløg hava áhuga í at bora, so er hetta ikki so lætt kortini, tí torført er at fáa fatur á boripallum at bora í føroyskum øki.
- Trygdarkrøvini í Føroyum eru sera strong. Bretskir boripallar kunnu ikki pr. automatikk nýtast í Føroyum, tí føroysku trygdarkrøvini eru strangari enn í Bretlandi. Spurningurin er, um tað er neyðugt at hava so strong krøv í Føroyum, heldur Teitur Poulsen.
Hann heldur tað vera vert at umhugsa, at tá boripallar eru nóg tryggir at nýta í bretskum øki, um teir so ikki eru tað í føroyskum øki eisini.
- Kanska gera vit okkum eina bjarnatænastu við at seta so strong krøv. Seinast borað var í Føroyum, mátti boripallurin heintast heim líka úr Brasil, hóast at aðrir boripallar, ið ikki luku tey føroysku trygdarkrøvini, men sum reint tøkniliga kundu havt borað brunnin, lógu beint hinumegin markið i bretskum øki, vísir Teitur Poulsen á.
Eisini skattaskipanin forðar
Ein onnur forðing fyri at fáa meiri gongd á føroyska oljuvinnu heldur Teitur vera skattaskipanina, ið ikki er nóg lokkandi. Marginalskatturin í Føroyum fyri oljuinntøkur er ov høgur samanborið við onnur jomfrúulig økir. Gamaní er skattaskipanin líka góð ella betri enn tann norska og tann bretska, men sum eitt jomfrúuligt øki í oljuhøpi eigur størri munur at vera á, heldur Teitur.
Hann heldur tað vera rætt at broyta tey viðurskifti, sum føroyingar kunnu broyta rætta vegin. Til ber ikki at broyta tey náttúrugivnu viðurskiftini, sum jarðfrøði og veðurlag, men til ber at broyta vinnulig og samfelagslig viðurskifti, so tað gerst meiri lokkandi fyri oljufeløg at koma hendanvegin.
- Onkur burdi spurt seg sjálvan, hví tað ikki er meiri ferð á leitivirkseminum í Føroyum enn tað sama við hesum høgu oljuprísunum, sigur Teitur Poulsen at enda.