Føroyar kjarnuøki hjá StatoilHydro

Norski oljurisin StatoilHydro setir nú síni sjónligu fingramerki á føroyska landakortið. Við stórum fetum setir hesin oljurisin nú kósina longur norðureftir og nærkast heimaliga umhvørvinum, markinum millum Føroyar og Noreg. Stjórin heldur økini í ein landnyrðing úr Føroyum vera sera áhugaverd og fegnast um, at teirra umsókn varð gingin á møti.

Tað vóru fleiri glað andlit í Tinganesi mánamorgunin. Eitt teirra var fuglfirðingurin, Rúni M. Hansen, stjóri í StatoilHydro Føroyar og ein av deildarleiðarunum hjá stórfyritøkuni, tá talan er um leiting í altjóða høpi.

 

StatoilHydro er fyristøðufelag í bólki, har bara norðurlendsk oljufeløg eru við. Tey eru danska DONG og føroysku feløgini, Atlantic Petroleum og Faroe Petroleum. Samtakið fekk tillutað ein risastóran bita av føroyska landgrunninum í nýggjastu útbjóðingini.

 

-Vit hava aftur fingið eitt gott og stórt leitiøki í Føroyum, og tað halda vit er sera positivt sigur Rúni M. Hansen, sum heldur, at Jarðfeingi og Vinnumálaráðið hava gjørt eitt gott arbeiði í sambandi við útbjóðingina.

 

-Men er hetta ikki eitt óvanliga stórt øki tit hava fingið tillutað?

 

-Tað sigur kanska heldur, hvussu stórt Føroyaøkið veruliga er. Tað er sera lítið gjørt á hesum økinum, sjálvt um vit hava verið her í nógv ár. Vit halda, at her er meira at fara eftir.

 

Positivt fyri báðar partar

-Hvat er tað, sum ger, at Føroya landsstýri skal lata einum samtaki eitt so stórt øki til leiting?

 

-Eg kann ikki svara vegna landssstýrið men bara siga, at vit eru sera fegnir um at hava fingið hetta økið. Eg gangi út frá, at landsstýrið hevur mett tað vera skilagott at lata eitt so stórt øki, tí vit skulu gera nógvar seismiskar kanningar í hesum økinum, ið sum heild er sera lítið kannað. Tað vænti eg verður positivt fyri báðar partar.

 

-Hví fara tit so langt norður eftir, tá vit vita, at verandi leiting liggur væl longur syðri, eisini í bretskum øki?

 

-Í 1. útbjóðing vóru vit heilt har suðuri, í tí næstu lógu vit meira í miðjuni millum 1. og 3. útbjóðing, men vit halda, at tað er vorðið meira og meira áhugavert tess longur norðureftir vit flyta okkum. Tað síggja vit eisini hinumegin markið, har vit eru við í Rosebankøkinum, sum eisini er væl norðari enn økini vit fóru eftir í byrjan. Tí halda vit eisini, at tað er vert at kanna hesi norðaru økini enn meira.

 

-Men hetta er jú nærsagt úti á ”preriuni”, í ongamannalandi, har eingin hevur gjørt kanningar fyrr. Tað má vera okkurt serligt, sum dregur tykkum so langt norður í ókent land?

 

-Vit hava eitt sindur av vitan um økið, frá seismikki, og tað er hon, sum er drívmegin til at fara víðari. Hví ikki kanna økið nærri, tí tað kann blíva áhugavert í framtíðini. Tí hava vit lagt okkum á tað.

 

-Tað er so langt norðuri, at tit nærkast markinum móti Noregi!

 

-Ja, Statoil er væl kent í Noregi og í Norðsjónum annars. Og tað er kanska tí tað er Statoil, sum hevur eyguni eftir hesum økinum. Men orsøkin er tann, at vit vilja kanna hetta økið nærri.

 

-Onkur jarðfrøðingur hevur sagt við Sosialin, at tað er upp móti norska markinum, at oljan ella gassið finnast?

 

-Tað fer tíðin at vísa.

 

Raðfesta ymiskt

Rúni M. Hansen vísir á, at Statoil arbeiðir kring allan heimin. Felagið er virkið í 40 londum. Føroyar er eitt av teimum londum, har Statoil hevur brúkt rættiliga fitt av peningi til leiting. Tí vóna tey eisini, at tað fer at gjalda seg aftur einaferð.

 

-Hvussu ber til, at tit raðfesta hetta økið høgt, tá onnur stór oljufeløg sum BP og Shell eru við at taka følihornini til sín?

 

-Tað er ein gongd vit síggja allastaðni, at onkur feløg eru meira virkin eina staðni og minni eina aðrastaðni. Tað er rættiliga vanligt í einum øki, har man ikki hevur funnið olju í rakstrarverdugum nøgdum, men vit halda framvegis, at her er nakað at fara eftir. Stóru feløgini raðfesta, og summi ár raðfesta tey øðrvísi. Tað kann eisini henda einaferð, at vit ikki vera við í eini útbjóðing her men at onnur stór feløg vera við.

 

-Undrar tað teg, at BP og Shell eru so lítið við her longur?

 

-Vit hava sæð, at hesi feløgini heldur ikki hava verið so nógv við vestan fyri Hetland í útbjóðingum har. Men hetta kann broytast.

 

Føroyaøkið áhugavert

-Hví er Føroyaøkið so áhugvert fyri StatoilHydro?

 

-Føroyaøkið er áhugavert. Tað er ymiskt hvørji stigi vit eru í ymsa staðni. Onkunstaðni eru vit í byrjan av leiting, aðrastaðni eru vit í framleiðslu. Føroyar liggja mitt ímillum. Vit hava kannað nakað, og við tí vitan vit hava fingið halda vit, at Føroyar framvegis eru áhugaverdar, tá vit hyggja uppá rímuliga langt sikt. Vit skulu eisini framleiða olju um 20 ár. Í tí samanhanginum verða Føroyar áhugaverdar. Vit kunnu ikki bara hyggja til í morgin, hvar vit framleiða, men mugu eisini hyggja frameftir, og har eru Føroyar áhugaverdar.

 

-Hvussu ber tað til, at tit hava fingið bæði tey føroysku oljufeløgini við í tykkara loyvi?

 

-Feløgini hava verið áhugað fyri at vera við, og vit hildu tað eisini vera áhugavert at hava tey við. Tað er positivt fyri okkum og tey.

 

-Hava tit tikið tey við fyri at fáa henda stóran bitan?

 

-Nei, tað er ikki bara tí. Vit halda, at tey feløgini koma eisini at tilføra nakað til okkara bólk. Tað er eisini gott at hava feløg við, sum eru kunnug við lokal viðurskifti.

 

-Hevur landsstýrið verið meira positivt mótivegis StatoilHydro, tí tit hava havt tvey føroysk feløg við?

 

-Eg vænti ikki í hesum førinum. Vit høvdu gjørt nógv burtur úr umsóknini, so eg veit ikki, hvussu landsstýrið hevur hugsað.

 

-Tað fjóðra felagið er danska DONG, sum er sera virkið á Atlantsmótinum.

 

-Vit arbeiða saman við DONG nógva staðni. Vit hildu tað var áhugavert at halda á fram við hesum samstarvinum.

 

-Føroyar eru partur av fíggjarkreppuni, sum leikar á í heiminum. Er tað skeivt at kalkulera við møguligum oljuríkidømi í undirgrundini longu nú?

 

-Eg trúgvi ikki, at vit kunnu seta tað inn í nakra rakstrarætlan sum nú er. Men tað er altíð gott at vita, at oljutilgongdin er livandi, og at nakað hendir. Soleingi tað er so, so er vón fyri, at her kann finnast okkurt.

 

-Nær setir StatoilHydro borin í aftur undirgrundina.

 

-Vit fara nú at fyrireika fleiri seismiskar kanningar til komandi summar, og tá hava vit fleiri øki í Føroyum, sum vit fara at gera klár til boring. Tað nýtist tí ikki at ganga so long tíð, til vit fara at bora aftur, um seismikkurin vísir seg at vera positivur.

 

Sosialurin skilur, at tað kann væl henda, at StatoilHydro borar í 2010.