Norska uttanríkisráðið, sum fylgir tilmælunum hjá norska Fólkaheilsustovninum, er nú komið við nýggjum tilmælum, ið snúgva seg um Føroyar á onkur øki í Finnlandi.
- Føroyar fara tískil frá at vera reyðar í norskum eygum til at vera gular, sigur norska uttanríkisráðið í tíðindaskrivi í dag.
Fyri fólk, sum koma úr Føroyum til Noregs, merkir hetta, at tey ikki skulu í sóttarhald í Noregi longur. Hetta fær ivaleyst stóran týdning fyri føroyingar, sum fiska ella arbeiða í Noregi.