Føroyar ikki fjarskotnar leingi afturat

Tað er vorðið alsamt betri umtókt at velja Føroyar sum ferðamál

Talið av ferðafólki, sum velja at ferðast til Føroya er vaksandi. Ferðafólk í dag vilja í størri mun vitja sjáldsom og ókend støð, sum hava okkurt serstakt at bjóða: Sum til dømis Føroyar. 

 

 

Av tí at prísurin á ferðaseðlum til Føroyar er lækkaður, og alsamt størri fokus hevur verið á Føroyar sum ferðamál, so er talið av ferðafólki, sum velja at ferðast til Føroya harvið hækkað, skrivar Travel and Leisure í grein um Føroyar á heimasíðu síni.

 

 

Heimasíðan skrivar, at Føroyar hava nógv at bjóða ferðafólki. Millum annað er náttúran serstøk, djóralívið øðrvísi enn aðrastaðni og nógv er at royna av mati, festivalum og øðrum undirhaldi. 

 

 

-Sum rákið er í løtini, so verður fjarskotni evropeiski dýrgripurin ikki fjarskotin leingi afturat, spáar miðilin.