##med2##
Føroyska U17-landsliðið vann stórsigur á Hvítarusslandi fyrr í dag. Tað endaði við ikki minni enn 32-21 til Føroyar. Hart og kontant verjuspæl, saman við góðum málverjaspæli, løgdu lunnar undir, at føroyingarnir nærum spældu sær við hvítarussisku verjuna, tá teir høvdu bóltin.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Hilmar Jan Hansen siga frá dystarendanum. Helgi H. Hoydal var viðmerkjari.
2) Hoyr Helga H. Hoydal taka samanum ótrúliga góða og sterka avrikið móti Hvítarusslandi.
3) Hoyr samrøðuna, ið var gjørd við Julian J. Johansen venjara aftaná sigurin, og áðrenn dystin móti Ungarn, ið sendi Føroyar í finaluna móti Svøríki í European Open kappingini.