Føroyar hava nógv lægsta tal á fosturtøkum í øllum Evropa

Tað eru serliga heilt ungar kvinnur og tær yvir 40, sum ikki fáa fosturtøku

 

Føroyar hava nógv tað lægsta talið á fosturtøku í øllum Evropa. Tað vísir ein nýggj uppgerð frá Hagstovuni.

Sum vit lósu fyrr í morgun, er ikki meiri enn einar 20 fosturtøkur um árið.

Les meiri um tað her: Talið á fosturtøkum er fallið 75 prosent

Sambært upplýsingum frá WHO, sum er heimsheilsustovnurin hjá ST, kunnu vit eisini samanbera fosturtøkur í Føroyum við 45 onnur lond í Evropa, har talið á fosturtøkum verður sett upp ímóti hvussu nógv børn verða fødd.

 

##med2##

Sostatt verður talið á fosturtøkum talt fyri hvørji 1000 børn, sum eru fødd. Og tey tølini vísa, at Føroyar hava nógv lægsta tal á fosturtøkum í øllum Evropa. Í ES sum heild, er talið átta ferðir so høgt sum í Føroyum, í Íslandi og í Danmark er tað 12 ferðir hægri enn í Føroyum og í Russlandi er tað 17 ferðir hægri.

 

##med3##

Hagstovan sigur eisini, at verður hugt eftir í hvørjum aldursbólki tær kvinnur eru, sum fáa fosturtøku, sæst, at tað er hjá teimum yngstu kvinnunum í Føroyum, at talið á fosturtøkum er serliga lágt. So veksur tað og tað eru kvinnur í 25-29 ár, sum fáa flestar fosturtøkur, men so minkar síðani stútt niður í lítið og onki hjá teim elstu 40 ára gomlu og eldru.