TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj ein stuttan dokumentarfilm hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, sum er um Kosovo, og tann nývunnað limaskapin hjá Kosovo í FIFA og UEFA.
Filmurin endar við stóru løtuni í Frankfurt í Týsklandi, har Kosovo spældi sín fyrsta altjóða, skrásetta FIFA-fótbóltslandsdyst. Hetta var fríggjakvøld 3. juni, og mótstøðuliðið var føroyska fótbóltslandsliðið.
Rættiliga hugvekjandi at síggja hendan dokumentarfilmin um fagnaðin hjá einari minni tjóð, og hvussu stóran týdning tað hevur fyri kosovanar at gerast limir í FIFA og UEFA. Eisini stuttligt, at Føroyar kundu gerast partur av einari slíkari søgu.









