Føroyar vunnu 13 gullheiðursmerki, 6 silvurheiðursmerki og 8 bronsuheiðursmerki í svimjing. Tað gav okkum sessin sum næstbesta oyggjaleikalandið í svimjing. Men Oyggin Man andar okkum í nakkan. Manbúgvar vunnu 13 gullheiðursmerki, 8 silvurheiðursmerki og 3 bronsuheiðursmerki, og yvirhálaðu Føroyar á fyrsta plássinum.
Teir fýra svimjudagarnir hjá Føroyum góvu hesa úrtøkuna (Kelda: svimjing.com)
Mánadagurin:
- Óli Mortensen gull í 1500 frí
- Vár E. Eidesgaard gull og Rebekka Trygvadóttir bronsu í 400 blandað
- Óli Mortensen silvur í 200 firvald
- Róland Toftum gull og føroyskt met í 100 bringu
- Vár E. Eidesgaard gull og føroyskt met í 200 frí
- Alvi Hjelm bronsu í 200 blandað
- Føroyar bronsu og landsliðsmet í 4×50 frí fyri kvinnur
- Føroyar landsliðsmet í 4×50 blandað fyri menn
Týsdagurin:
- Vár E. Eidesgaard gull, føroyskt met og oyggjaleikamet í 1500 frí
- Alvi Hjelm gull og oyggjaleikamet í 400 blandað
- Signhild Joensen gull og oyggjaleikamet í 100 rygg (setti eisini oyggjaleikamet í innleiðandi riðli)
- Róland Toftum gull og føroyskt met í 50 bringu
- Óli Mortensen silvur og Alvi Hjelm bronsu í 200 frí
- Føroyar bronsu í 4×50 frí fyri menn
Mikudagurin:
- Vár E. Eidesgaard gull og føroyskt met í 400 frí
- Vár E. Eidesgaard gull í 50 frí
- Róland Toftum bronsu í 50 firvald
- Signhild Joensen gull og oyggjaleikamet í 200 rygg
- Óli Mortensen gull (og oyggjaleikamet) og Johan N. Dam bronsu í 800 frí
- Føroyar bronsu í 4×100 frí fyri kvinnur, har Vár E. Eidesgaard setti nýtt føroyskt met í 100 frí sum fyrsti svimjari í stafettini
Hósdagurin:
- Óli Mortensen silvur í 400 frí
- Vár Eidesgaard silvur og føroyskt met í 100 frí
- Signhild Joensen silvur í 50 rygg
- Vár E. Eidesgaard gull í 800 frí
- Føroyar silvur og landsliðsmet í 400×100 frí fyri menn
- Føroyar nr 4 og landsliðsmet í 4×50 frí fyri menn og kvinnur
##med3##
##ms##











