Nú er ætlanin at at førooyarskulu gerast sjálvstøðugir limir í altjóða felagsskapinum IMO.
Hetta er felagsskapurin, sum ásetur altjóða trygdarkrøvini til skip.
Trygdarviðurskiftini til skip eru nevniliga í tveimum.Eitt eru krøvini, sum hvørt land sær hevur fyri síni egnu skip. Men harafturat eru tað tey altjóða krøvini, sum IMO ásetir.
Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum, er tað nú ætlanin at yvirtaka málsøkið ?trygd á sjónum? yvir á føroyskar hendur.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at samstundis, sum vit yvirtaka hetta málsøkið, er tað ætlanin at gera Føroyar til ?assosieraðan? lim í IMO.
-- Hetta er eitt slag av limaskapi, sum gevur okkum talurætt í IMO, men ikki atkvøðurætt. Og samstundis skulu vit sjálvandi ganga undir teirra treytir.
Landsstýrismaðurin sigur, at yvirtaka vit bara málsøkið ?trygd á sjónum?, uttan at tengja IMO uppí, koma vit í eina løgna støðu, sum vit ikki eiga at koma í.
- Tá verða tað vit, sum taka avgerðirnar og umsita reglarnar, men tað verða danir, sum hava ábyrgdina.Og sostatt verða tað eisini danir, sum fara at fáa átalu frá IMO, um vit ikki lúka treytirnar.
-Tað haldi eg ikki er rætt. Eg haldi, at tað hevur týdning at avgerðir og ábyrgd fylgjast og tí er tað eisini rætt, at vit fáa okkara egna limaskap í IMO, sigur Jørgen Niclasen.










