Føroyar góða móttøku í FAO

134 av 137 londum atkvøddu fyri at geva Føroyum atlimaskap í matvørustovninum hjá ST Føroyar hava nú fingið atlimaskap í FAO.

Á ráðsfundi í gjár samtyktu limalondini í FAO at geva Føroyum atlimaskap. 137 limalond tóku lut í atkvøðugreiðsluni, og 134 atkvøddu fyri føroyska atlimaskapinum.

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sigur í tíðindaskrivi, at atlimaskapurin fer at geva Føroyum ein virknan leiklut innan altjóða fiskivinnusamstarv. Eisini fer atlimaskapurin at geva møguleikar fyri menningarvirksemi og samstarvi innan menningarhjálp.

Løgmaður helt røðu á ráðsfundinum og takkaði fyri atlimaskapin og møguleikarnar hjá Føroyum at luttaka í samstarvinum innan FAO.