Føroyar í fokus á oljuráðstevnu í London

Í dag og í morgin verður ráðstevna hildin í LOndon undir heitinum "Deepwater International 2002" og sum snýr seg um leiting eftir olju og gass á stóru dýpunum á Atlantsmótinum.

Olja


Har fer Herálvur Joensen, aðalstjóri í Oljumálaráðnum at halda áhugaverdan fyrilestur um føroysku oljutilgongdina. Stigtakararnir til ráðstevnuna hava sett ljóskastaran á Atlantsmótið, sum Føroyar eru ein týðandi partur av. Undirheitið til ráðstevnuna er "Strategies & Technologies for the Atlantic Margin Ultra-Deep." Mark Thomas, stjóri í Ogilvie Publishing Limited, OGILVIE, skrivar í lýsingini av ráðstevnuni m.a.: "The "Golden Triangle" of the ultra-deep Atlantic Margin is the No. 1 focus of the global upstream oil and gas industry", tvs. at økið millum Førooyar og Hetland og millum Írland og Norðurnoreg, er eitt av teimum djúpvatnsøkjunum í heiminum, sum oljuídnaðurin raðfestir hægst. Umframt hetta økið arbeiða tey stóru oljufeløgini eisini við leiting á stóru dýpunum uttan fyri Brasilia, í Mexikanska Flógvanum og út fyri Vesturafrika. Á ráðstevnuni fara serfrøðingar í leiting á djúpum vatni frá Shell, BP, Petrobars, Amerada Hess, Unocal og Ocean Energy at røða um evnið. Eisini verða nógv kontraktorfeløg við. Eingin ivi er um, at seinasta fundið hjá Amerda Hess í Cambobrunninum miðskeiðis ella í hjartanum á Atlantsmótinum fer at verða viðgjørt á ráðstevnuni.

Fund norðan fyri Írland
Eisini í Írlandi eru tey farin at verða meira bjartskygd til eina komandi oljuvinnu á Atlantsmótinum. Herfyri rakti Shell við kolvetni í "Dooish" brunninum umleið 125 kilometrar í ein útnyrðing úr írsku strondina ella nærri í Rockall basenginum. Tíðini hava skapt nýggjan áhuga fyri økinum. Higartil hevur tað verið so sum so við leitiboringum í írskum sjógvi. Sagt verður, at talan er um "considerable reserves of oil and were being hailed as highly significant" verður sagt í oljutíðarriti. John Browne, ráðharri fyri ráevni í undirgrundini sigur, at úrslitið av boringini er sera hugvekjandi. Enn er ov tíðliga at siga, um talan er um eitt lønandi fund. Men staðfestingin av eini virknari oljuskipan ger, at feløgini fara at vísa leiting her størri áhuga. Tað var upprunaliga Enterprice Oil, sum átti lisensin, men seinni hevur Shell keypt upp felagið. Agip og OMV eru tó eisini við í hesum loyvinum. Ætlanin er at gera nýggjar kanningar í økinum í næsta ár skilst. Hóast fundið liggur langt úr Føroyum, so er tó talan um ein part av Atlantsmótinum, og tí hevur tað eisini áhuga fyri feløgini, ið leita við Føroyar, at olja verður funnin longur syðri.