Føroyar fingu 130.000 tons av svartkjafti

Strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg hava í dag undirskrivað avtalu um umsiting av svartkjaftafiskiskapinum í 2010. Avtalan ber í sær, at strandarlondini avmarka sín fiskiskap av svartkjafti í 2010 til 497.022 tons. Hetta er ein niðurskurður upp á 8,5% prosent samanborið við í ár.

Eftir avtaluni, sum strandarlondini komu ásamt um í desember 2005, er føroyski parturin 26,125% av heildarkvotuni. Føroyska svartkjaftakvotan í 2010 verður tí 129.847 tons.

Umframt strandarlandakvotuna verður ein kvota ætlandi samtykt í NEAFC til lond, sum ikki eru strandarlond. Her er serliga talan um Russland. Hetta verður formliga avgreitt á NEAFC ársfundinum í november. Við NEAFC kvotuni verður loyvdi fiskiskapurin eftir svartkjafti komandi ár ætlandi 548.000 tons.

Semjan um svartkjaftakvotuna fyri 2010 byggir á eina langtíðaravtalu millum strandarlondini frá desember 2005 um umsiting av svartkjaftastovninum, sum m.a. ásetir eitt fast býti millum londini. Heildarkvotan er sett samsvarandi vísindaligu ráðgevingini frá ICES. ICES hevur ráðgivið strandarlondunum samsvarandi umsitingarætlanini, ið strandarlondini samtyktu í 2008. Sambært ráðgevingini og avgerðini hjá strandarlondunum verður fiskiskapurin eftir svartkjafti í 2010 á burðardyggum grundarlagi.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur á heimasíðuni hjá fiskimálaráðnum, at hann er nøgdur við avtaluna, tá tey døpru útlitini frá í fjør verða havd í huga.