Hóast rákið tey seinastu árini hevur víst ein ávísur vøkstur í skilnaðartíttleikanum, so hava Føroyar lutfalsliga fægst hjún, sum skiljast í mun til hini Norðanlondini. Eisini tá vit samanbera við øll onnur lond í Europa, er skilnaðartíttleikin í Føroyum í tí niðasta triðinginum, veit Hagstovan at siga.
Eitt ávíst mynstur er í gongdini hesi 30 árini:
0. Fyrst er ein rættiligur vøkstur í skilnaðartíttleikanum upp gjøgnum 80-ini, frá umleið 1 skilnaði pr. 10 vígslur, upp til 2.
0. So hæsar vøksturin av, og skilnaðartíttleikin liggur og sveiggjar um 2 skilnaðir pr. 10 vígslur upp gjøgnum 90-ini.
0. Seinastu 8 árini sær aftur út til at vera ein vøkstur, sum lyftir hjúnaðartíttleikan til at liggja um 2,4
Rákið nú er hækkandi skilnaðartíttleiki, men ikki fyrr enn vit hava tølini fyri 2010 og 2011 sæst, um hetta er ein gongd, sum heldur á, so vit í Føroyum koma upp á sama støði, sum í hinum Norðanlondunum.
Samanbera vit gongdina í Norðanlondum tey seinastu 20 árini, er høvuðsúrslitið:
0. at sum heild er er rákið ein lítil minking í skilnaðartíttleikanum í Norðanlondum, eisini soleiðis at munurin teirra millum er støðugt minkandi,
0. at Føroyar liggja fyri seg, niðast øll hesi árini, hóast ein lítil vøkstur ger at munurin er minkaður eitt vet.
Einans út frá tølunum ber illa til at siga nakað um, hví londini liggja. T.d. liggur Belgia ovast við einum títtleika uppá 7,8 skilnaðir pr. 10 vígslur, meðan grannalandið Holland liggur í miðjuni við 4,4. Taka vit tey bæði suðureuropeisku katólsku londini Spania og Italia, so liggur Spania í tí ovasta endanum við 6,3, meðan Italia liggur í tí niðasta endanum við 2,1.