Føroyar fáa nýtt havrannsóknarskip

Tríggjar miljónir krónur eru settar av í fíggjarlógaruppskotinum í ár, og ætlandi verða 40 miljónir krónur settar av á fíggjarlógini fyri 2009 Gongst, sum fiskimálaráðharrin Tórbjørn Jacobsen ætlar, fáa Føroyar nýtt havrannsóknarskip, sum fer at gera havrannsóknir í føroyskum og fremmandum sjógvi í 2011.

Magnus Heinason hevur tænt fyri seg og er ikki tíðarhóskandi longur.

Á ráðstevnu, sum er á Vinnuháskúlanum hesa vikuna, kunngjørdi landsstýrismaðurin við setanina í morgun, at farið verður undir projektering av nýggja skipinum í hesum árinum - og onkrar skitsur eru longu teknaðar.

Í stuttum práti beint eftir setanina, segði Tórbjørn Jacobsen, at nýggja skipið ætlandi verður eitt sindur størri og heldur breiðari enn Magnus Heinason.

- Enn kunnu vit ikki siga, hvør kostnaðurin verður, tí enn er ikki endaliga avgjørt, hvussu skipið kemur at síggja út, og hvussu tað verður útgjørt.

Landsstýrismaðurin helt kortini, at eitt rímiligt boð upp á, hvussu stór hendan verkætlanin verður í peningi, er millum 120 og 150 miljónir krónur.

- Okkum tørvar eitt nýtt skip fyri at geva okkara egnu og fremmandum granskarum bestu kor at virka undir, og tí er hetta ein framtíðaríløga í júst tað, sum hendan ráðstevnan viðger, segði Tórbjørn Jacobsen, tá ið hann setti ráðstevnuna á Vinnuháskúlanum í morgun.