Føroyar eru favorittar móti Finnlandi

Veddingarfyritøkurnar meta Føroyar at hava munin í dag

Tá ið føroyska kvinnulandsliðið í dag spælir fyrsta dystin í undankappingini til HM, liggur eitt lítið trýst á teimum um at vinna á Finnlandi

Fyri einum ári síðani vunnu Føroyar 20-17 á Finnlandi, so eingin ivi er um at føroysku kvinnurnar vilja endurtaka bragdið.

 

Les eisini: FM1 sigur frá Føroyar - Finnland seinnapartin

 

Altjóða veddingarfyritøkurnar hava eisini Føroyar sum ein favoritt, hóast leikluturin er tepur.

Paddy Power trýr mest upp á Føroyar, tí henda fyritøkan gevur bert 1,65 ferðir pengarnar aftur um Føroyar vinna, meðan Finnaland gevur 2,70

1xBet gevur hægstu oddsini upp á Føroyar við 1,86, meðan Finnland kemur niður á 2,60.

 

Um Føroyar megna at lyfta leiklutin sum favorittur verður greitt í dag klokkan 15.30, og kann hoyrast beinleiðis á FM1