Í august vóru Føroyar nummar 118 av teimum 203 limalondunum í altjóða fótbóltssamgonguni.
Nú er føroyska landsliðið nummar 138.
Føroyar hava tapt móti Estlandi, Serbia og Italia, síðan listin var dagførdur seinast.
Heimsmeitararnir úr Spania eru fremstir, og Holland er nummar tvey á listanum.
Noregi, sum er nummar 14, er ovast av norðurlondum.