Endiliga, mundi eg sagt! Týskvøldið fekst sjón fyri søgn í »Degi og viku«, tá vit sóu ein pápa fortelja um sínar sjúku døtur, ið ikki longur fáa neyðuga viðgerð niðri. Orsøkin er í stuttum tann, at politisku myndugleikarnir ikki halda ráð vera til tað!
Og so sita vit øll í okkara fjálgu stovum og hugsa við okkum sjálvum, at tað var nú synd. Tá ein løta er gingin, venda vit okkum kanska so knappliga á, at kaffikoppurin næstan fer á gólv, meðan vit rópa út til hini í køkinum, at »tað er tó ótrúligt, at eingin ger nakað við tað«.
Kanska tosa vit eisini um tað á arbeiðsplássinum ella í bindiklubbanum dagin eftir. Og har er sama breiða semjan um, at nú kann tað vera nokk. Onkur dittar sær kanska eisini at spyrja, hvussu leingi hetta skal ganga, uttan at nakar ger nakað við tað.
Men svarið er so øgiliga einfalt. Samkenslan røkkur líka til næstu tíðindasending, tá stóra yvirskriftin snýr seg um, at illveðrið fyrr í vikuni seinkar atløgubryggjuni til Norrönu við tveimum mánaðum eyka, ella kanska er ein søga um november-tvílembu á Skarvanesi tá blivið nýtt samrøðuevni!
So skjótt gloyma vit! Og eini tvey samdøgur eru nóg leingi til, at politisku myndugleikarnir beinleiðis ella óbeinleiðis hava noktað onkrum øðrum lívsneyðuga viðgerð. Hetta eru jú dagligar avgerðir, ið kosta mannalív - fyrr ella seinni?
Meðan alt hetta hendir, hvøkka vit við, hvørja ferð Amnesty International mælir fólki til at mótmæla deyðarevsing í øðrum londum. Dagligu deyðarevsingarnar í okkara egnu landi tekur eingin upp á tungu!
Allar hesar sokallaðu politisku avgerðirnar, ið venda lívinum hjá vanligum fólki á høvdið, eru í mongum førum lítið øðrvísi enn deyðarevsingar. Munurin er bara, at her verður ikki ein deyðadagur ásettur, men kanska nøkur deyðaár!
Ræðuligur prísur
fyri fullveldi
Í fullum álvara siga politikararnir, at teir gera sítt besta. Og teir spíla seg ordiliga út, tá teir yvir fyri sínum veljarum skulu rættvísgera sína himmalhøgu løn fyri annaðhvørt at taka skeivar avgerðir ella at taka undir við skeivum avgerðum.
Lønin hjá teimum er jú so ivaleysa góð, at bara partar av henni kundu goldið mongum av okkara sjúku, veiku og tilsíðissettu teir lívsneyðugu ferðaseðlarnar av landinum nakrar ferðir um árið.
Tað eru bara fáar vikur síðani, at ein av teimum fólkavaldu viðgekk í útvarpinum, at so nógv var heldur ikki at gera sum politikari, at lønin hevði fyri neyðini at vera tann stóra, ið hon er.
Men tað er kanska ikki rætt at blanda tingini saman, ha? Sjálvandi fáa vit betri politikarar, um vit geva teimum meira í løn og fleiri skattakrónur at spæla sær við, meðan »landið verður stýrt«. Ella hvat?
Fáa vit kanska ikki eisini sjúkari sjúklingar, tá neyðuga hjálpin ikki kann veitast? Og kemur ongum til hugs, at sjálv fólkasálin má vera sjúk, tá vit ár eftir ár taka búskap, vinnulív og onnur tung politisk evni fram um tey bleytu virðini?
Síðstu fýra árini hevur fullveldi staðið á skránni fram um alt annað. Og hóast ferðin kanska ikki er tann sama enn, so verður framvegis í verki stýrt ella vanstýrt fram móti hesum sama heilaga málinum næstu fýra árini eisini.
Prísurin hevur verið ræðuligur! Á heilsuøkinum hevur ongantíð staðið verri til enn tað sama, og hvørki børn ella oldingar fáa sín tørv nøktaðan, tí ráð eru ikki til tað. Hetta verður enntá endurtikið við góðari samvitsku so ofta, at øll umsíður eisini trúgva tí.
Fjøldin er skítbýtt
Sannleikin er bara, at Føroyar eru eitt lortaland! Her er eingin við so frægt av nossum, at eitt veruligt tak verður tikið fyri at hjálpa teimum, ið hava hjálp fyri neyðini. Tekur onkur tað upp á tungu, so er viðkomandi skjótt dømdur kverulantur og tvørball, ið bara grenjar alla tíðina?
Hvussu ólukkan kann tað bera til, at politikarar sleppa væl frá at avreiða milliardir av stuðulskrónum í stoltleika, tí vit nú skulu ráða í okkara landi? Jú, tí fjøldin er so skítbýtt, at hon við einum bivandi tjóðskaparhjarta letur hesar somu sleppa framat umaftur og umaftur.
Men hvar er tað sanna hjartað í føroyinginum? Hvar eru tær heitu kenslurnar, tá vit fáa sjón fyri søgn, at tey sjúku og veiku eiga ongan góðan? Og hvør torir veruliga at sleppa sínum flokspolitiska fótafesti fyri at fylgja einum sonnum hjarta og einari rættvísishungrandi samvitsku?
Er sannleikin ikki tann, at vit uttan at himpra gloyma øll tey, ið veruliga hava hjálp fyri neyðini, tí vit verða blindað av politiska sjónleikinum, sum dag og dagliga billar okkum inn, at tingini eru ikki so einføld?
Hvat er eitt fullveldi vert, um tað bara eru 20.000 køld og kynisk reyvarhol, ið búgva eftir í hesum annars deiliga landi eftir loysingina? Øðrum verður jú ikki pláss fyri, og tann tendensurin er longu so sjónskur, at eingin átti at ivast!
Guð náði tann sjúka!
Fyri mín part vil eg bara prísa meg lukkuligan fyri, at eg eri komin frískur og heilur gjøgnum lívið higartil. Tí skalt tú koma nøkulunda heilskapaður gjøgnum sjúku, skalt tú helst vera føddur við átta ørmum og tveimum høvdum. Tú skalt hava yvirnáttúrliga styrki og orka meira enn nakað frískt menniskja, um tú bara skalt yvirliva.
Eingin trýr, hvussu stórar byrðar tær almennu Føroyar leggja á sjúk og veik, fyrr enn tú hevur upplivað tað sjálvur. Enn havi eg bara upplivað tað óbeinleiðis, men tað er eisini so ríkiligt!
Sjálvt tað allarminsta skulu fólk stríðast og strevast fyri. Eg tori ikki at hugsa um, hvussu nógv foreldrini at teimum báðum gentunum í »Degi og viku« týskvøldið nú skulu ígjøgnum, bara fyri at fáa gjørt politisku myndugleikunum greitt, hvør veruligi tørvurin er, ið kann tryggja gentunum ein veruligan kjans her í lívinum!
Nú er hetta mest eitt illsinnisgleps til okkara fólkavaldu politikarar, sum í dugnaloysi lifra fyri síni heilagu hugsjón um eitt fullkomið land eftir fullveldið. Men tað eru ikki bara har, forðingarnar liggja, tá sjúk og veik royna at fáa ta hjálp, tey hava fyri neyðini.
Gamaní eru bæði almanna- og heilsuverk tengd at politiskum játtanum, men heldur ikki har skal tann sjúki ella tann veiki altíð vænta sær at møta einum heitum hjarta. Eins og alt hjá politikarunum snýr seg um vald og aftur vald, er sama sjúkan at síggja í útbroti hjá alt ov mongum av teimum, ið eru fyrsta steðgiplássið hjá teimum, ið tørva hjálp.
Tann, ið leitar sær hjálp frá almannaverkinum, skal vigast og metast, áðrenn hann so frægt sum kann vænta sær eitt líkinda svar. Og so er tað bíðitíðin, ið hjá mongum er so øgilig, at einki raskt fólk hevði tolt tað.
Og í heilsuverkinum er tann prísgivin, ið skal hava viðgerð bæði í Føroyum og niðri, tí beinanvegin brestur ein valdsbardagi á, sum millum annað snýr seg um, hvør skal hava ábyrgd av viðgerðini og ikki.
Hvussu ber tað annars til, at vit hoyra um, at sjúkir læknar heldur leita sær út um landoddarnar eftir hjálp, enn at leggja lív sítt í hendurnar á sínum starvsfeløgum? Man tað ikki vera, tí sjálvt læknarnir vita, hvussu vandamikið tað er at vera sjúkur í Føroyum?
Hví ikki stovna nýggjan flokk?
Nei, eg má bara endurtaka: Føroyar eru eitt lortaland! So leingi vit ikki eru før fyri at taka okkum av teimum, ið eru illa fyri og hava tørv á hjálp, skulu vit gloyma alt um at stjórna fullveldinum Føroyar.
Her er snøgt sagt ikki nóg dugnaligt fólk til tað! Tí dugnaligur er ikki tann, ið bara nørir at sær og sínum, men einki leggur í tann, ið ikki kann liva hjálpandi hendurnar frá øðrum fyriuttan.
Tí undrar tað meg, at ikki onkur slær nevan í borðið og talar at. Og tá meini eg at tala at í álvara. Hví ikki seta á stovn politiskan flokk, ið bjóðar teimum sjálvsøkjandi av, so okkurt kann verða gjørt fyri tey sjúku og veiku?
Nei, ikki man tað fara at koma upp á tal. Øll trúgva blint upp á »síni fólk«, og so hendir bara púrt einki! At vantandi dugnaloysi innan løgting, landsstýri og almanna- og heilsuverk kostar bæði lív og lagnur hvønn einasta dag, er helst yvirdrivið? Nei, tíverri er tað ikki yvirdrivið!
At seta sítt álit á onkran úr andstøðuni, man vera lítið frægari, tí næstu ferð er tað kanska teirra túrur at sita við valdinum. Og øll tey føgru orðini, ið eru løtt at sleingja út uttan ábyrgd, hava sjáldan víst seg at vera annað enn valagn. Ein politikari er altíð ein politikari.
Skuldi onkur framvegis trúð, at dugur er í teimum, sum sita á fremstu røð í løgtinginum og bara hyggja at armóðini, so er at bjóða teimum av. Lat tey vísa, at tey í verki eru til reiðar at standa við givin lyfti og føgur orð. Um ikki - lat tey so gjalda prísin!
Má geva ilt av mær
Hvussu er og ikki, so orkaði eg ikki at síggja hasa tíðindasendingina í sjónvarpinum týskvøldið, uttan at geva ilt av mær. Slíkt, sum at hjálpa tveimum ungum gentum fram at neyðugu viðgerðini niðri, er ikki ein spurningur um játtan. Tú skalt vera heiladeyður fyri ikki at skilja, at sovorðnum skal samfelagið Føroyar bara syrgja fyri at taka sær av!
Tað kann ikki bera til, at politiska raðfestingin ár eftir ár bara skal koma okkum vælbjargaðu, frísku og sterku til góðar, meðan eingin so frægt sum nertir hond frá síðu, so eitt lítið sindur av einum góðhjartaðum samariubúgva kann stinga seg undan onkunstaðni.
Nú hava vit nóg leingi verið vitni til, at vit hava havt góðar tíðir og ein alsamt bólgnandi landskassa, samstundis sum pengar ongantíð eru at finna, tá tað snýr seg um at lætta um lívið hjá teimum, ið eru komin veruliga illa fyri.
Bara eitt hugtak sum »sparingar á heilsuøkinum« ljóðar sum eitt paradoks í mínum oyrum, tá eitt nýtt »spælipláss« til læknar verður bygt fyri eina rúgvu av milliónum, samstundis sum kommunulæknarnir helst skulu lata vera við at senda fólk á sjúkrahúsið!
Álvaratos, hvat er meiningin? Hvussu leingi skulu sjálvberandi búskapur, fullveldi, ræðisrættur og aðrir flokslar sleppa at stýra hesum landinum, meðan bæði hundrað- og kanska túsundtals forsømdir føroyingar í hjálparloysi senda síni neyðarkall, uttan at nakar lurtar?
So leingi fíggjarlig fyrilit dag og dagliga verða tikin fram um lívsneyðugan tørv, samstundis sum landið verður meira vanstýrt enn stýrt, er mín persónliga niðurstøða bara henda eina: Føroyar eru eitt lortaland!
E.S. Kann vera, at okkurt kundi verið orðað hampuligari, men eftir at hava hugsað meg væl um, eri komin til, at fagrari orðingar neyvan eru fremjandi fyri meiningina.