Mett verður, at umleið 5000 fólk í gjár vóru við í krúðgonguni Faroe Pride í havnargøtum. Tað tulkar LGBT sum, at fólkið vil einar øðrvísi og rúmligar Føroyar.
- Pridin í dag var eitt tekin um at Føroyar eru broyttar. Vit í LGBT høvdu frammanunda nsett sum mál at fáa 1000 fólk til Faroe Pride 2012. At so fimm ferðir so nógv komu er eitt tekin um, at vit eru ikki einsamøll í stríðnum fyri einum rúmligum Føroyum, har øll eru javnsett, sigur Eiler Fagraklett, nevndarlimur í rørsluni.
Sjálvt veðurgudarnar vóru við Pridini, tá hon í allar fagrasta veðrið fór út Gundadali kl. 16.00. Allan vegin oman gjøgnum býin løgdust fólk til, og fram við vegnum stóðu fólk og fagnaðu gonguni.
- Í mun til fólkatalið í Føroyum var Pridin ein tann størsta í heiminum, og tað er eitt met, sum vit eiga at verða errin av, sigur Annlis Bjarkhamar, ið eisini er ein av fyrireikarunum.









