VITJAN
Seinastu vikuna hevur borgarstjórin í Hirtshals verið á vitjan í Føroyum. At Føroyar og serstakliga føroyskt vinnulív hava sera stóran týdning fyri Hirtshals er eingin ivi um. Nógv føroysk skip hava millum ár og dag landað í Hirtshals, og Føroyar og føroyingar hava altíð sett sín serliga dám á býin, ið liggur heilt norðarliga í Jútlandi á vestursíðuni.
Borgarstjórin nevnir sum dømi, at millum fimm og seks prosent av íbúgvunum eru føroyingar.
Størsta einstaka arbeiðsplássið í Hirtshals er eitt virki hjá Vestlax, har eini 450 fólk eru í arbeiði, og hetta munar nógv í einum býi við vanliga stóra arbeiðsloysi, sigur Knud Størup.
Eisini hevur Skipafelagið nógv virksemi í Hirtshals
Í Hirtshals búgva umleið 14.500 fólk, og býurin er sostatt ikki størri enn Havnin. Teirra havn er tó nakað størri enn Tórshavnar havn.
Nýggj havn
Orsøkin til, at borgarstjórin og hansara fylgi eru í Føroyum, er fyrst og fremst at kunna um møguleikarnar, ið eru í Hirtshals.
?Hirtshals hevur í nógv ár verið tætt knýtt at Føroyum. Tað er sjálvandi fiskivinnan, sum er fremsta orsøkin til hetta. Vit hava verið fleiri ferðir í Føroyum áður. Orsøkin til, at vit eru komin aftur, er, at vit nú hava yvirtikið Hirtshals Havn frá landinum(2001, blðm.), og vit vilja fegin upplýsa um, hvørjir møguleikar eru í Hirtshals, sigur Knud Størup.
Fimm fólk eru í ferðalagnum, sum umboða bæði kommunalumyndugleikarnar og vinnulívið í býnum.
Á vitjanina skula tey vitja á heili fimtan støðum, har tað serliga eru fyritøkur innanfyri fiskivinnuna og aðrar kommunur, ið teir hava vitjað. Eitt nú er vinarbýarsamstarv millum Hirtshals og Runavík, og borgarstjórin, Knud Størup, hevði eisini góð orð at bera vinarbýi sínum fyri arbeiðið at skapa karmar fyri vinnulívi í sambandi við havnina í Runavík.
Í tilfarinum, ið føroyskar fyritøkur fáa frá teimum útsendu úr Hirtshals, er slagorðið: Hirtshals Færøernes dør til til Evropa. Hetta heldur borgarstjórin vera serliga spennandi sæð í ljósinum av, at Føroyar skulu festa røtur innanfyri ES.
?Vit kunnu nú bjóða ógvuliga góðar umstøður í Hirtshals. Vit eru í holt við at dýpa havnina til níggju metar, og vit hava gott samband við motorvegin, soleiðis at tað er lætt og gott at sleppa til og frá Hirtshals, sigur Knud Størup.
Serliga sambandi við motorvegin eru Knud Størup errin um, og hetta heldur kann fáa stóra ávirkan. Ikki minst fyri føroyskt vinnulív.
Spyrt tú Knud Størup, so er eingin ivi um, at Føroyar og føroyskt vinnulív hava sera stóran týdning fyri Hirtshals.
?Føroyar og føroyskt vinnulív hava alstóran týdning fyri Hirtshals, og vit eru sera glað fyri samstarvið, sum vit vónar heldur fram í langa tíð afturat, sigur altso Knud Størup.