Flestu fólk vita hvat ein skal gerða fyri at verja seg móti eldsbruna. Hóast tað so hendur tað alt ov ofta at hús brenna niður og onkur má seta lív til.
Ymisk lond hava ymiskar lógir á hesum umráðinum. Í Norðurlondum er tað bara Føroyar sum ikki hevur lóg um roykalarmar. Danmark, Svøríki, Finland, Norra og Ísland hava lóg á hesum økinum og Áland fær lóg um hetta í septembur í ár.
Petur Lava Olsen, sum er deildarstjóri á Brunaumsjón Landsins, legði fyri einum og einum hálvum árið síðani fram fyri Fiskimálaráðið at fáa lóg í lag um hetta, men bleiv niðurstemmaður.
- Tað bleiv tosa fyri og ímoti. Nógvir roykvarnarar virka ikki tí battaríið er útgingið. 30-35 prosent er eitt tal, sum er at hoyra. Verður tað so revsað um til dømis gomul fólk hava roykvarnara og ikki hava skil at viðlíkahalda teir? sigur Petur Lava Olsen.
Ein onnur grundgeving ímóti hesum var eisini hvussu nærgangandi brunatryggingarnar verða viðvíkjandi endurgaldi um roykvarnarar ikki eru í skaðaraktum húsum. Og hvussu er um roykvarnari er, og battaríið ikki virkaði?
Kann fáa ávirkan
Mortan Poulsen, íð starvast hjá Tryggingarfelag Føroya, sigur at ein slík lóg gott kann fáa ávirkan uppá endurgjaldið hjá einum brunaraktum húsum.
- Sum nú er, tá ongin lóg er í gildi á hesum øki, hevur tað onga ávirkan um fólk hava roykvarnarir ella ikki, sigur Mortan Poulsen.
Orsakað av hendingunum seinastu tíðina hevur Petur Lava Olsen frá Brunaumsjón Landsins aftur lagt uppskot um roykvarnarir fram fyri Fiskimálaráði, sum stendur fyri allari tilbúgving í Føroyum.
Bjørn Kalsø sum er landstýrismaður í fiskivinnumálum játtar, at tey arbeiða við hesum, og at ein lógarbroyting á hesum øki kann koma um ikki so langa tíð.
- Brunaumsjónin hevur aftur vent sær til okkum við einum uppskoti um at tað skal gerast krav at hava roykalarmar í sethúsum. Eisini verður tosa um at hava krav uppá brandsløkkjarir, sigur Bjørn Kalsø.
Àðrenn ein nýggj lóg ella kunngerð kann setast í gildið um hetta, er eisini týdningarmikið at avgerða, hvussu eftirlitið skal vera og, hvussu revsitiltøkini skulu síggja út.
Men hvussu ber tað til, at øll onnur Norðurlond hava krav uppá hetta uttan Føroyar?
- Ja har eru vit seinni enn onnur. Men sum sagt arbeiða vit við hesum, sigur Bjørn Kalsø
Stigi krav
Àland, sum er eitt samfelag, íð líkist Føroyum á mangan hátt, hevur leingi haft krav um at stigar skulu vera tøkir til sethús. Er hægri enn 3,5 metrar til vindeyga ella bjargingarop, sum tað eisini verður nevnt, skal stigi verða tøkur.
Børje Aspbæck, sum er byggieftirlitsmaður á Álandi, sigur, at hetta hevur verið lóg leingi. Tá tekningarnar av einum nýggjum húsum koma inn til hansara, hyggur hann eftir um stigi er teknaður á. Flestu hús hava metallstigar, íð eru fastir í húsinum.
Regluliga verður kannað um fólk fylgja hesari lóg.
Hetta er eisini nakað, sum nú verður viðgjørt í samband við at nýgg lóg kanska skal setast í gildið í Føroyum.
Hóast at Àland ikki fær lóg um roykvarnarir fyrrenn í septembur í ár, so hevur nógv verið gjørt fyri at øll skulu hava hetta.
- Tryggingarfeløgini saman við Lions og Rotary hava deilt einar 800-900 roykvarnarir út til eldri fólk og onnur, sum ikki høvdu hetta, sigur Jan Johansson, brandchefur á Álandi.
Er hetta naka tit høvdu kunna hugsa tykkum at eisini gjørt?
- Ja, tað kann eg gott hugsa mær. Tað liggur í okkara áhuga at minka um brunaskaðarnir - sjálvandi bæði sæð úr tí menniskjaliga og búskaparliga sjónarmiðinum, sigur Mortan Poulsen hjá Tryggingarfelag Føroya.
Ymiskar orsøkir
Orsøkirnar til at eldsbruni byrjar eru øguliga ymiskar. Hagtøl úr Danmark vísa at tað oftast er royking sum liggur aftanfyri.
Tølini eru úr 2004 har 86 fólk lótu lív undan eldibrandið í Danmark. Heili 39 av hesum doyðu í eldibrandi vegna royking. 12 av hesum eldibrandum byrjaðu tí at fólk royktu í songini.
Hin stóra orsøkin til at eldur kyknar eru elektronisk tól. Sjónvarp, hitateppi, lampir, minidiskar, køliskáp og vánaligur el-inleggingur er orsøkin til 12 eldbrunar og at 13 fólk lótu lív í Danmark 2004.
Ofta verður hildið at tað mest eru eldri fólk sum doyggja í eldibrandi, men tølini úr Danmark vísa, at tað vóru flest fólk í aldursbólkinum 30-49 ár, sum doyðu.
Í Svøríki hava tey hagtøl yvir hvussu nógv, sum eru deyð í eldibrandi tá roykalarmur var, og tá hann ikki var. Tølini eru frá 2004.
Ongin roykalarmur - 28 deyðsbrunar
Roykalarmur var, men einki battarí - 6 deyðsbrunar
Roykalarmur var og fungeraði - 8 deyðsbrunar
Automatiskur roykalarmur var og fungeraði - 3 deyðsbrunar
Òkent um tað var roykalarmur - 11 deyðsbrunar
Eisini í Svøríki er royking størsta orsøkin til eldibrand. Nógv av teimum, sum settu eld á við sigarettum vóru eisini rúsevnisávirkaði, vísur henda kanningin frá svenska Ræddningsverket.
Fakta
Roykalarmur
- Ein skal hava minst ein roykvarnara á hvørjari hædd í húsunum. Ein per hvønn 60 fermetur.
- Roykvarnarin skal verða festur í loftið og minst 50 centimetur frá vegginum.
- Minst til at kanna roykvarnarin regluliga - trýst testknøppin inn so hoyrur tú um roykvarnarin fungerar
- Hald eitt nýsløkt stearinljós undir roykvarnarinum, tá hoyrur tú um roykvarnarin reagerar uppá royk.
- Skift battarí og turka eftir roykalarminum minst eina ferð um árið - til dømis fyrsta advent
- Hav altíð eyka battarí heima
- Tak ein ferðaroykalarm við, tá tú fer at ferðast
Fakta
Um eldur er í
- Redda teg sjálvan og onnur í tíni nærheit
- Ávara tey sum eru í neyð
- Ring 112
- Sløkk um tað er gjørligt
- Stong eldin inni so at spreiðingin av eldi og royki ikki gongur líka skjótt
- Vel tryggasta vegin út - roykur fer uppeftir tí má tú undir roykin har sær og andar tú betri. Far ikki inn í rúm sum eru fylt av royki
- Føl uppá hurðina - um tú kemur til stongdar dýr opna hana ikki. Kanna fyrst um tað brennur á hini síðuni. Um hurðin er heit er eldur í á hini síðuni.
- Far ímóti brandmonnunum og fortel hvar tað er eldur í - hvussu nógv tað brennur og um tað eru nøkur fólk ella dýr eftir í húsunum.
Kelda: Svenska Ræddningsverket