Altjóða fótbóltur
Á nýggjasta altjóða styrkislistanum hjá fótbóltssamgonguni, FIFA, eru Føroyar dottin átta pláss niður. Føroyar vóru í apríl mánaði mett sum nr. 115, men uttan at spæla nakran landsdyst, eru vit dottin átta stig niður síðani tá. Ein av orsøkunum til hetta er framgongdin hjá minni fótbóltstjóðum (hóast stórar í vavi) so sum India, Fiji, Kasakstan og Turkmenistan, sum øll hava gjørt rættilig hæddarlop seinasta mánaðin.
Listin er annars merktur av, at Frakland nú hevur sett seg á ovasta plássið. Hetta er fyrstu ferð, síðani FIFA í 1994 fór undir at gera styrkislistan, at Brasilia ikki er at finna ovast á listanum.
Niðanfyri verður partur av listanum sýndur. Tølini í klombrum sýna metingina fyri einum mánaði síðani.
1 Frakland (2)
2 Brasilia (1)
3 Argentina (3)
4 Italia (4)
5 Portugal (5)
6 Spania (7)
7 Kekkia (6)
8 Holland (10)
9 Týskland (8)
10 Paraguay (9)
17 Noreg (16)
20 Danmark (21)
21 Svøríki (19)
55 Ísland (57)
57 Finnland (58)
123 Føroyar (115)










