Føroyar dumpa í gransking og menning

Føroyar eru lægst millum lond í vesturheiminum í mun til fígging av gransking og menning, skrivar Frøði, sum er útkomið Føroyar nýta bert 0,8 % av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking, meðan t.d. Danmark nýtir 2,6 %, og Ísland nýtir 3 %. Ovast á listanum er Svøríki, sum nýtir 4 % av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking.

Kanningin, sum Granskingarráðið hevur latið gera, vísir, at føroyska vinnulívið, hóast lítla gransking, er nýskapandi samanborið við onnur lond. Verður hugt nærri at hesum upplýsingum, gerst tó greitt, at nýskapandi føroyska vinnulívið ikki er slóðbrótandi, men endurnýggjar seg við at herma og keypa nýggja tøkni, sum er ment til umstøður í øðrum londum.

Eru sólur á Tinganesi hálendsk grafitti?, spyr Helgi Michelsen frá Fornminnissavninum og prikar hervið hol í sagnir um sólur og merki á helluni á Tinganesi.

Sjófuglurin er í minking, og Bergur Olsen frá Fiskirannsóknarstovuni, rópar nú varskó í grein í Frøði.

Fuglateljingarnar hjá Berguri Olsen vísa eina støðuga minking av floygdum ritupisum í Skúvoy í nøkur ár. Støðan er so álvarsom, at ongin ritupisa er komin undan í 2004, 2005 og 2006. Støðan minnir um tey ringu árini síðst í 1980-árunum.

Føroya Fróðskaparfelag gevur út Frøði í samstarvi við granskingarstovnar í Føroyum. Í blaðnum hesa ferð eru greinir um Púka Ljómurnar hjá Sjóvarbóndanum og um, hvussu føroyskar huldur broyta lit fyri at verja seg móti álopum. Silvurfiskurin er eitt skaðadjór, men samstundis eitt hugtakandi elligamalt skordjór. Bókin Nordatlanten og Troperne verður ummæld.

Frøði kostar kr 48 í leysasølu og kemur út tvær ferðir um árið. Hald kosttar 85 kr