FIFA, altjóða fótbóltssamgongan, hevur í dag kunngjørt nýggjasta styrkilistan. Føroyar eru farnar trý pláss aftur. Frá 77. pláss til nummar 80.
Les eisini: Fleiri nýggir á landsliðnum
At kalla ongir dystir av týdningi hava verið, síðan FIFA styrkilistin seinast bleiv dagførdur. Tí skal lítið og einki leggjast í afturgongdina hjá føroyska landsliðnum, sum nú liggur millum Jamaika og Benin. Trý pláss undir krígsrakta Sýria, men tvey pláss frammanfyri fólkaríka Kina.
Les eisini: Halt munn og slepp tær vekk
Brasil er framvegis á fyrsta plássi, meðan Pólland er einasta liðið, sum hevur vunnið seg á topp tíggju listan. Metið hjá Føroyum er 74. pláss. Komandi tíðinda verða landsdystir aftur á skránni. Føroyar spæla 9. juni móti Sveis á Tórsvølli.
FIFA strykilistin: (Útvald lond)
1. Brasil
2. Argentina
3. Týskland
4. Kili
5. Kolumbia
6. Frakland
7. Belgia
8. Portugal
9. Sveis
10. Spania
11. Pólland
12. Italia
13. Wales
13. Ongland
22. Ísland
33. Ungarn
34. Svøríki
51. Danmark
61. Skotland
80. Føroyar
87. Noreg
108. Finnland
122. Lettland
186. Andorra