Føroyar brúk fyri útlendskum kapitali

- Búskaparfrøðiliga og fakliga hevur ein pinkubúskapur brúk fyri váðafúsum kapitali, sigur Johnny í Grótinum.

Í samrøðuni, sum KvF hevði við Johnny í Grótinum, varð eisini komið inn á arbeiðssetningurin hjá nýskipanarnevndini sum sigur, at útlendskur ognarskapar og útlendskur avgerðarrættur skal út út føroysku fiskivinnuni.

 

Men, er tað nú skilagott, at útlendingar skulu út?

 

- Búskaparfrøðiliga og fakliga fyri ein lítlan pinkubúskap sum hin føroyska er tað tvørturímóti tørvur á at fáa váðafúsan kapital til ta føroysku vinnuna - eisini til fiskivinnuna.

 

Johnny í Grótinum vísir á, at nýskipanarnevndin tó eisini hevur fingið heimild í arbeiðssetninginum at lýsa fyrimunir og vansar við hesum.

 

Men, kann Johnny í Grótinum gera eitt tilmæli um, hvussu útlendingar skulu koyrast út úr fiskivinnuni, tá hann fakliga og búskaparliga heldur tað vera skeivt?

 

- Tað er ein góður og relevantur spurningur. Ja, eg kann sum búskaparfrøðingur lýsa avbjóðingarnar við at íverkseta eitt slíkt politiskt ynski, og hvussu tað heilt ítøkiliga kann fremjast í verki.

 

Tað sigur formaðurin í nýskipanarnevndini, Johnny í Grótinum, í samrøðu við KvF, um hetta stóra og týdningarmikla mál fyri føroyska fiskivinnu.