Føroyar beinleiðis á Eurosport

Tað verða ikki bert føroyingar og fraklendingar, sum sleppa at síggja landsdystin í millum Føroyar og Frakland. Dysturin verður nevniliga vístur beinleiðis á kendu ítróttarrásini, Eurosport

Leygardagin vera ikki færri enn 21 EM-undankappingardystir á skránni runt í Evropa, og fleiri av hesum dystunum eru ógvuliga týdningarmiklir fyri fleiri av londunum.

Í EM-undankappingarbólki B, har Føroyar er eitt av liðunum, verða tríggir dystir á skránni. Hetta er ein rættiliga spennandi bólkur, tí undan síðstu dystunum eru tað heili fýra av liðunum í oddinum, sum hava ein møguleika at koma víðari.

Hjá varaheimsmeistarunum úr Fraklandi sær ikki so gott út. Teir liggja í løtuni á einum triðja plássi aftan fyri Skottland og Italia, og tí skulu teir helst vinna síðstu tríggjar dystirnar, um teir skulu koma víðari til EM-endaspæli.

Fyrsti av hesum trimum dystunum verður á Tórsvølli leygardagin, har teir koma á vitjan hjá Føroyum. Hetta er ein dystur, sum franskmenn skulu vinna, um teir skulu gera sær vónir um at koma víðari til EM-endaspælið.


Føroyingar vístir um alt Evropa

Í Føroyum verður bíðað í spenningi til dystin ímóti varaheimsmeistarunum. Tórsvøllur verður helst fultsettur til dystin, meðan nógvir føroyingar helst fara at sita framman fyri sjónvarpskíggjan og hyggja leygardagin.

Men tað verða tó ikki bert føroyingar og fraklendingar, sum fáa møguleika at hyggja eftir dystinum. Stóra ítróttarrásin, Eurosport, hevur nevniliga eisini valt at vísa dystin millum Føroyar og Frakland beinleiðis. Tí kunnu fólk kring alt Evropa fylgja við Súna Olsen, Christian Høgna Jacobsen, Jákup Mikkelsen og hinum føroysku spælarunum, tá teir fara á vøllin ímóti stórum stjørnum sum Henry, Vieira, Malouda, Thuram o.ø.