TB vann greiðan 3-0 sigur á Drátti leygardagin. Eftir ósigurin seinasta vikuskiftið ímóti Mjølnir, var tað av stórum týdningi at TB vann dystin, um vónirnar um gullmerkini skulu varveitast. Tað var ongin ivi um úrslitið sunnudagin, og TB vann fult uppiborið.
Við sigrinum sunnudagin liggja føroyameistararnir fýra stig eftir oddaliðIð Mjølnir, so møguleikin hjá tvørakvinnur at endurvinna meistaraheitið er framvegis til staðar.










