Føroyameistarar fingið nýggjan venjara

H71 hevur nú funnið nýggjan venjara til besta mansliðið, eftir at Kári Nielsen takkaði fyri seg.

 

Nýggi høvuðsvenjarin er Petur Mittún, og afturat honum er Jens á Skipagøtu settur sum málmansvenjari. Eisini skal hjálparvenjari setast afturat høvuðsvenjaranum.

 

Petur Mittún kennir H71 innanífrá. Eitt nú var hann fyri tveimum árum síðani hjálparvenjari hjá besta liðnum. Í ár hevur hann havt eitt stórt av dreingjum undir umsjón við óvanliga góðum úrslitum.

 

Petur Mittún er 39 ára gamal og hondbóltsuppvaksin í Kyndli. Harafturat hevur hann spælt yrkishondbólt í Team Esbjerg og FIF árini 1995-97.

 

- Felagið ivast onga løtu í, at hesar royndir frá donskum hondbólti fara at koma okkum væl við, skrivar H71 á heimasíðuni.