Føroyahúsið í vanda fyri at detta niðurfyri

Tað er nú í so ringum standi, at myndugleikarnir vilja ikki loyva tí at virka leingi afturat

– Verða munandi ábøtur ikki gjørdar Føroyahúsið í Keypmannahavn, hava myndugleikarnir hótt við at steingja køkina í húsinum.

 

Tað staðfestir Hans Petur í Brekkunum, leiðari á Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

 

Og steingir ein so miðsavnandi partur í húsinum, sum køkin, hevði tað í roynd og veru verið tað sama sum at stongt húsið, tí tað er ringt at hugsa sær eitt Føroyahús í Keypmannahavm, har tað ikki ber til at borðreiða við føroyskum máti.

 

Men Hans Petur í Brekkunum sigur, at køkin er ikki tað einasta, sum má gerast, tí húsið er fullkomiliga uppslitið, alt sum tað er, og er fullkomiliga ótíðarhóskandi.

 

– Tí er tað alneyðugt at nútímansgera alt húsið, sum tað er, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at tey hava lagt eina heildarætlan fyri húsið, har tað fer at kosta seks milliónir at gera tær grundleggjandi ábøturnar, sum eru neyðugar.

 

– Endamálið er at gera Føroyahúsið til eitt nútímans mentanarhús, sum kann verða miðstøðin hjá føroyskum útisetum í Danmark, sigur hann.

 

– Men tað er eisini neyðugt at gera tað arbeiðsligari og høgligari, tí virksemið er fjølbroytt, leggur hann afturat.

 

Eftir leigusáttmálanum er tað Føroyahúsið sjálvt sum stendur fyri øllum innandura umvælingum. Og Leiðarin sigur, at skulu húsini brúkast í framtíðini, er tað neyðugt at skifta køkina út, tí nú er hann so illa farin, at myndugleikarnir hava hótt við at steingja hann.

 

– Og steingir køkin, so at vit ikki fáa borðreitt við føroyskum mati, hevði tað verið eitt óbótaligt afturstig, tí føroyskur matur er ein ógvuliga týðandi partur av virkseminum í húsinum, sigur Hans Petur í Brekkunum.

 

Hann sigur, at umframt køkina, er tað neyðugt at gera húsið atkomuligt hjá fólki í koyristóli.  Sum støðan er nú, sleppa fólk í koyristóli ikki inn í húsið - um so var, at tey vóru inni, sleppa tey ikki á wc. Somuleiðis er neyðugt at skifta ljósskipanina, gólvið, pallin, teppi, o.s.fr.

 

Hans Petur í Brekkunum sigur, at tá ið farið verður í holt við umvælingarnar, má alt gerast í einum, og ætlanin er at gera tað rundanum summarferiuna, tá ið virksemið í húsinum er sum minst.

 

Men tann stóri spurningurin er, hvussu Føroyahúsið skal klára at fíggja eitt uvælingararbeiðið upp á seks milliónir.

 

Føroyahúsið hevur fingið 2,5 milliónir á donsku fíggjarlógini til umvælingar, og á fíggjarlógini hjá Løgtinginum er eisini ætlanin at seta eina millión av til endamálið.

 

Sostatt eru 3,5 milliónir tøkar til endamálið. Men tá ið talan er um eina verkætlan, sum kostar seks milliónir, er eyðsæð, at tað enn er langur vegur eftir á mál, ásannar leiðarin fyri húsið.

 

Men hann sigur, at tey hava eisini søkt A.P. Møllergrunnin í Danmark um stuðul til nútímansgerðina.

– Umboð fyri grunnin hava vitjað okkum, og tey eru áhugað er at stuðla ætlanini. Men tey hava greitt boðað frá, at fyri at grunnurin skal stuðla, skulu vit sjálvi eisini útvega ein part av kostnaðinum.

 

– Og nú vit fáa 2,5 milliónir á donsku fíggjarlógini, og vónandi eisini eina millión á føroysku fíggjarlógini, eru rættiliga góð útlit fyri, at A.P Møllergrunurin eisini vil stuðla ætlanini.

 

Hans Petur í Brekkunum sigur, at verður húsið høvuðsumvælt innan, eru tey, sum eiga húsið, sinnað at leingja leigusáttmálan í eini 25 - 30 ár afturat - og tá er lítið gott eftir av útbyggingini.

 

Og hann heldur, at tað hevði verið ómetaliga heppið at sloppið at hildið fram í hesum hølunum, tí tey liggja sjáldsama væl fyri, mitt í býnum í Keypmannahavn. Samstundis er leigan heilt sámulig, so tað hevði verið eitt stórt afturstig at flutt.

 

Føroyahúsið hevur hildið til í hesum hølunum í 25 ár og tað er nú heimstaðurin hjá 18 føroyskum feløgum í Keypmannahavn.

 

Húsið fær 1,67 milliónir á fíggjarlógini hjá Løgtinginum um árið til raksturin. Hetta er ein játtan, sum hevur staðið í stað í eini 10 ár, so tað er eyðvitað, at í roynd og veru er hon minkað nógv, tí hesa tíðina eru prísirnir nógv hækkaðir.

 

– Hesi seinastu árini er játtanin minkað eini 22-24 prosent í virði, sigur Hans Petur í Brekkunum.

 

Tað er ikki nóg mikið at reka húsið fyri, so tey eru noydd at leiga húsið út og fyri tað hava tey fingið einar 400.000 - 500.000 krónur um árið í leigu og tað er eitt sera týdningarmikið íkast til raksturin, sigur leiðarin.