Føroyahúsið í Keypmannahavn hevur longu skipað fyri nógvum spennandi tiltøkum í februar, men enn er nógv eftir á skránni.
Av tí ið hevur verið, kann nevnast dansur, vika við ymsum tilboðum nevnd Á Víðavangi og nú leygarkvøldið var tiltakið Villinidýr og dansur.
Føstulávint
Føstulávint er fyri framman og merkir hetta komandi vikuskiftið í Føroyahúsinum. Leygardagin verður føroyskur dansur og smurt breyð og suppu fáa gestirnir høvi at keypa.
Sunnudagin eiga børnini. Tá verður tunnusláttur og ymisk spøl á skránni.
16. februar verður skipað fyri bingo, umframt at tað sum vanligt er týsdagsdøgurði.
21. februar verður fernisering. Tórgunn Thomsen sýnir fram oljumálningar til 5. mars. Listafelagið í Keypmannahavn, sum fyriskipar, bjóðar vín og pinnamat og kórið hjá Marianne Clausen, ConBrio, syngur.
Síðst í februar er talvkvøld, filmskvøld og syngið við kvøld, har eisini Unn Patursson og Janus Trygvason luttaka.
Leygarkvøldið spælir Eyðun Nolsøe Band til dans. Ítróttarfelagið skipar fyri dansinum og atgongdumerkini kosta 70 krónur. Avmarkað atgongd.
Fullveldi í Keypmannahavn
Føroyska Tíðindastovan í Keypmannahavn, Per Højgaard og Kári Durhuus, og Útvarp Føroya skipa saman við Føroyahúsinum fyri pallborðsfundi um fullveldisætlanina. Við borðið sita Høgni Hoydal, landstýrismaður og løgtingsmenninir Jóannes Eidesgaard, Óli Breckmann og Edmund Joensen.
Onnur borð verða eisini mannað við fólki við ávísum áhugamálum, sum tey bera upp á maál við pallborðsmanningina. Gestir kunnu eisini seta spurningar.
Sangur og tónleikur er eisini á skráni og døgurði, lambskjøt, verður at fáa til keyps.
Ein orsøkin til hetta áhugaverda tiltak er forvitnisligur fyrilestur, sum Jóannes Dalsgaard helt í januar um munin millum fyrisiting og politikk. Her nevndi hann viðurskiftini í føroyum, nú stundað verður móti fullveldi.
Føroyahúsið vónar, at útisetar taka upp orðaskifti um politisku gongdina heima í Føroyum og vónar, at fólk koma á fund og til tey mongu tiltøkini annars í vár.