Alsamt færri føroyingar velja at taka útbúgvingar uttanfyri danska kongaríkið. Meðan tølini fyri føroysk lesandi í Føroyum og Danmark hava verið nøkulunda støðug seinastu árini, so er talið av lesandi uttanfyri danska kongaríkið nevniliga støðugt minkandi.
- Tað er serliga ein stór minking av føroyskum lesandi í Skotlandi og Onglandi, ið er orsøkin til stóru afturgongdina av føroyskum lesandi uttanfyri kongaríkið, vísir Holger Arnbjerg, leiðari fyri Altjóða Skrivstovuna, á í samrøðu við Sosialin fyrr í vikuni.
Hagtøl hjá Studni vísa, at talið av føroyskum lesandi uttanfyri danska kongaríkið toppaði skúlaárið 2011/2012, tá 256 føroyingar vóru undir lesnað í einum øðrum landi enn Føroyar og Danmark, men er síðan minkað, soleiðis at tað í dag eru 156 føroyingar, ið lesa uttanfyri kongaríkið. So lágt hevur tað ikki verið síðan skúlaárið 2007/2008, tá 151 føroyingar lósu uttanfyri kongaríkið.
Leiðarin á Altjóða Skrivstovuni metir, at tað eru fleiri orsøkir til, at talið av lesandi uttanfyri Danmark og Føroyar er minkað, og at flestu hava við fíggjarviðurskiftir at gera.
- Føroyafrádrátturin er torførur hjá øðrum londum at kappast við. Um tú ynskir at lesa uttanfyri Føroyar, so eru 70.000 krónur skattafríar, tá man lesir í Danmark, øgiliga lokkandi, sigur Holger Arnbjerg.
Harumframt vísir hann á bretska pundið. Har lesandi fyrr megnaðu at rinda fyri skúlagjaldið við stuðli frá Studna, so hava broytingar í gjaldoyrakursinum ført við sær, at lesandi í eitt tíðarskeið hava verið noydd at rinda ein lítlan part av kostnaðinum, vísir Holger Arnbjerg á.
Harumframt hava føroyingar, ið hava lisið í Bretlandi, havt trupulleikar við, at danskir og føroyskir myndugleikar ikki altíð meta enskar master útbúgvingar á sama støði sum danskar kandidat útbúgvingar.
Úrslitið av tí hevur verið, at tey, sum hava lisið Bretlandi, ikki altíð fáa fulla góðkening fyri sína bretska bachelor í Danmark, og fáa ikki somu løn við einari bretskari master innan tað almenna í Føroyum, sum tey, ið hava tikið ein kandidat útbúgving í Danmark.
- Roynt hevur verið at broytt hetta í Føroyum, men Fíggjarmálaráðið ynskir ikki at javnseta útbúgvingarnar. So fyri at sleppa undan slíkum avbjóðingunum seinni í lívinum, velja fólk heldur at fara til Danmarkar at lesa, sigur Holger Arnbjerg.
Tað er tó serliga ein hending, ið Holger Arnbjerg sigur hevur fest seg í minnið hjá nógvum ungum.
- Fráboðanin frá føroysku myndugleikunum um, at man umhugsaði at krevja ein part av ÚSUN-stuðulin aftur frá teimum lesandi, ið ikki vendu aftur til Føroya at arbeiða eftir eitt ávíst áramál, hevur verulig fest seg í minnið hjá lesandi. Hóast tað aldrin gjørdist til nakað, so fái eg enn tann dag í dag fyrispurningar um hetta, tá fólk leggja ætlanir fyri hvar tey ynskja at lesa, sigur Holger Arnbjerg við blaðið.