Føroyaflokkurin hevur kunngjørt stevnuskránna

og hvat flokkurin ikki stendur fyri, har sosialisman er ovast

Føroyaflokkurin er heitið á politiskum felagsskapi, sum ætlar sær at stilla upp til val. Í hesum sambandi hevur Føroyaflokkurin nú lagt stevnuskrá út á Facebook. Í hesum stendur milulm annað, at flokkurin vil, at leikluturin hjá landinum skal vera avmarkaður. 

 

- Landið eigur bert at átaka sær uppgávur, sum eru neyðugar. Tí eiga vit at nágreiniliga lýsa uppgávuna og ábyrgdina hjá landinum. Tað er m.a ikki uppgávan hjá landinum at reka fjølmiðlavirksemi; landið skal frásiga sær allar uppgávur sum ikki eru kjarnuuppgávur, sigur Føroyaflokkurin. 

 

Desentralisering er eisini eitt evni. Tað stendur millum annað, at landið skal spjaða sítt virksemi og íløgur kring landið, so at øll øki fáa partar av aktivunum hjá landinum.

 

- Beint ímóti rákinum í dag vilja vit heldur menna allar Føroyar og ikki bert miðstaðin, skrivar Føroyaflokkurin. 

 

 

- Vælferðarsamfelagið dúvar uppá, at føroyingar framleiða og skapa nógv virðir. Tí skal vinnulívið ikki avmarkast og skattast fyrst og fremst, men sleppa at virka og vaksa undir tryggum kørmum. Tað gagnar ikki samfelagnum at gera inntriv og umfordeila virðir, tí at tá vera framtíðarvirðini kanska ongantíð skapt, skrivar flokkurin.

 

 

Føroyaflokkurin hevur eisini víst á, hvat tey ikki standa fyri. Og har er sosialisman ovast. Orsøkin er, sambært Facebook síðuni hendan: 

 

 

- Standa ikki fyri Sosialismu, tí at
(1) Kollektivur ognarskapur eggjar ikki til ábyrgd og røkt
(2) Landið skal ikki eiga og stýra vinnulív.
(3) Javnstøða (equality of outcome) merkir diskriminering.
(4) Sentralstýring og (prís-)kontroll skapar vánaligari úrslit

Les alla stevnuskránna her