Føroyabanki skal roynast

- Føroyabanki kundi verið býttur upp í økir, so royndirnar ikki vóru um allan Bankan samstundis, sigur Jacob Vestergaard.

- Eg eri samdur við Kristian Martin Petersen, línuskipareiðara, um, at vit eiga at gera nógv fleiri royndir á Føroyabanka, enn vit higartil hava gjørt, bæði við línu og troli.

 

Tað sigur Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Hann vísir á, at tað eisini er annar fiskur á Føroyabanka enn toskur og hýsa, sum vit sjálvtsagt eiga at gagnnýta.

 

- Tað er onkur sum heldur, at hesin fiskur, eitt nú havtaska, skøta og annað, kann vera ein av orsøkunum til, at so lítið av toski kemur undan. Eg haldi ikki, at tað hevði gjørt nakað, um trolarar eisini sluppu inn á ein part av Føroyabanka, so botnurin har varð reinsaður fyri krossfisk og annað.

 

So, kundi eftirfylgjandi verið eygleitt, hvørja ávirkan tað hevði havt á tilgongdina av toski.

 

Hann heldur, at skipað royndarveiða við línu eisini hevði givið eina góða mynd av støðuni á Bankanum. Føroyabanki kundi verið býttur upp í økir, so royndirnar ikki vóru um allan bankan samstundis, heldur Jacob Vestergaard.

 

Fyrrverandi landsstýrismaðurin vísir á, at sama er galdandi fyri allar tær stongdu leiðirnar á Føroyagrunninum, sum er galdandi fyri Føroyabanka í løtuni. Fleiri eftirmetingar eru gjørdar av stongdu leiðunum, men higartil hevur tað ikki víst seg at vera politisk undirtøka fyri at gera nakað.

 

- Men, tað hevur víst seg, at har bann fyrst er sett fyri fiskiskapi, er sjáldan blivin nakar veruligur fiskiskapur aftur, sigur Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Serblaðið um vinnu, sum er í Sosialinum í dag, setir sjóneyku á Føroyabanka, og her verða fleiri sjónarmið lýst, bæði fyri og ímóti royndarveiði, eins og Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, ger viðmerkingar.