Føroya-tornið verður hægsti bygningur í Íslandi

Tað fer at ganga eitt gott ár aftrat til stásiligi bygningurin, sum eitt felag hjá Jákupi á Dul letur byggja í Kópavogi, verður liðugur.
Hetta hevur kortini ikki hildið fólki frá at tryggja sær høli í bygninginum í góðari tíð. Bygningurin verður í 20 hæddum og millum íslendingar ber hann navnið "Færeyja-turninn"!

Tá umboð fyri Sosialin herfyri vitjaði í Íslandi, var hesin grannabýur Reykjavíkar sjálvandi ein partur av vitjanini.
Eitt av feløgunum hjá kenda havnarmanninum í Íslandi, Smáratorg letur nevniliga her byggja ein stóran, ella rættari høgan bygning sum íalt er 80 metrar høgur.
Bygningurin er ætlaður at hýsa bæði skrivstovum, handlum og øðrum virksemi, møguliga eisini einum hotelli.
Hetta er samstundis hægsti bygningur í Íslandi: Hann er í roynd og veru seks metrar hægri enn høga Hallgrímskirkjan í íslendska høvuðsstaðnum.
- Hóast bert grundin er klár í løtuni, hevur áhugin fyri byggingini verið sera stórur.
- Í roynd og veru eru flestu hæddirnar longu umbidnar, sigur Agnes Geirsdóttir, fyritaksstjóri í Smáratorg.
Vit hittu hana ein týsdag fyri góðum mánaði síðani á skrivstovu hennara í Reykjavík.
Fáar metrar frá henni arbeiðir ein annar føroyingur somuleiðis fyri Jákup á Dul: Skopuningurin Niels Stórá, sum vit skiftu orð við herfyri.
Arbeiðið hjá Nielsi var m.a. at skapa møguleikar fyri at virksemið hjá fyritøkuni kundi víðkast til Baltalond og eitt nú Rumenien og Bulgarien.
 
Nógv hugskot
Sum flestum kunnugt eigur Jákup á Dul í dag fleiri handlar kring allan heimin. Umframt áðurnevnda bygning í Kópavogi eru eisini størri byggiætlanir á veg í Selfossi og Keflavík. Hinvegin so man ætlanin við Stórutjørn í Havn vera flestum kunnug.
Tá vit vitjaðu í Reykjavík í farna mánaði vóru tey í ferð við at fyrireika enn eitt stig á leiðini út í heim: Fáar dagar seinni skuldi áðurnevndi Niels avstað til Rumenien, har teir vóru komnir væl áleiðis við at lata upp fyrsta handilin í landinum seinni í ár.
Hetta var í einum grannabýi við grannalandið Ungarn, og var hesin handilin - í somu familju sum okkara Skemmu-handil í Havn - bert ein av væntandi fleiri í hesum økinum.
Talið av handlum, sum feløgini hjá Jákupi í dag ráða yvir, man fara at tátta í teir hundrað. Og tá er greitt, at hetta er alt ov nógv hjá einum einstøkum manni at halda skil á.
Honum hevur tí eydnast at fáa fatur á góðum fólki og fólki við drúgvum royndum at standa fyri hesum virkseminum heima í Íslandi og úti í heimi.
Ein teirra er áðurnevnda Agnes Geirsdóttir. Um stjóra sín, Jákup sigur hon soleiðis:
- Eg havi arbeitt saman við honum í nógv ár, og eg má bara viðganga, at hann er góður at samstarva við.
- Hann hevur nógv hugskot, og tá hann leggur tey fram eru tey altíð væl fyrireikað og grundgivin, sigur hon.
 
Lurtar og hugsar
Tá ein er í slíkari vinnu sum handilsvinnuni er eisini neyðugt at duga at vera á røttum staði og til røttu tíð.
Tann eginleikan hevur Jákup eisini, sambært fyritaksstjóra sínum.
- Hann kemur við einum hugskoti, hann lurtar við áhuga eftir viðmerkingum til ætlanina, og gevur sær síðani tíð at hugsa um tað sum hini hava sagt.
- Men tá so hann hevur tikið støðuna verður ikki bíðað: Tá fara vit í gongd beinanvegin, sigur Agnes.
Jákup er umgyrdur av góðum ráðgevum, og hevur haraftrat tann eginleikan at hann torir at taka eina avgerð.
Úrslitið av hesum avgerðum hansara sæst farvegurin eftir á fleiri støðum í Íslandi -og helst eisini í Føroyum í framtíðini.
 
1100 bilar
Hesin stóri bygningurin, sonevnda Føroya-tornið við teimum 20 hæddunum verður uttan iva eitt stað, sum fólk fara at tosa nógv um og sum verður ein partur av tí, sum heimafólkið fer at vísa útlendskum gestum sínum, tá bygningar og støð skulu vitjast.
Og talan er veruliga um ein ófatiliga stóran bygning. Myndirnar prógva hetta, og tað ger innrættingin eisini.
Í niðastu hæddini verður ein 7.500 fermetrar stórur parkeringskjallari gjørdur. Mett verður, at eini 400 bilar kunnu standa parkeraðir her samstundis, umframt eini 700 pláss uttanfyri.
Høgi bygningurin verður líkasum býttur sundur í tvey endamál: Ein partur til handlar og ein heldur størri partur til skrivstovur og aðra tænastuvinnu. Samanlagt tosa vit um góðar 22.000 fermetrar.
Næstu grannar hjá Smáratorgi eru handlar, sum Jákup eisini eigur. Tí hevur verið uppá tal at gera ein brúgv úr hesum bygningi og yvir í henda handilsdepilin.
 


- - - - 

Missa kortini ikki sólina
Tá vit vitjaðu í Kópavogi í farna mánaði vóru menn í ferð við at leggja grundina til henda bygningin, sum verður hin hægsti ið bygdur er í landinum.
Tað sást ikki nógv til nakrar hæddir tá, tí menn tókust við at gera tann stóra parkeringskjallaran fyrst.
Tá hann verður liðugur, munnu grannar og onnur áhugað so líðandi fara at síggja meiri til, hvussu hesin stóri og stásiligu bygningurin fór at síggja út.
Júst hetta við hæddini og støddini var eisini eitt, sum fólk í grannalagnum óttaðust fyri: Tað er jú ikki á hvørjum degi ella á hvørjum staði at ein fær ein  80 metrar høgan granna sum íalt fevnir um góðar 22.000 fermetrar.
Hesi óttaðust fyri at Føroya-tornið fór at gera slíkan skugga, at tey mistu sólina ein stóran part av degnum.
Byggingin hevði sjálvandi verið til hoyringar hjá grannunum, hagani henda viðmerkingin kom. Men grannarnir høvdu einki at óttast fyri.
 
Eingin skuggi
Eitt modell av stóra bygningin vísti, at skuggin røkk als ikki so langt sum fólk bóru ótta fyri.
Tá hesin veruleikin og henda forðingin vóru fingin frá hond, var greitt at fara undir byggingina, sum íalt fer at taka eini tvey ár.
- Sambært ætlanini skal verða klárt hjá leigarunum at byrja við innrættingini í oktober mánaði 2007, upplýsir Agnes Geirsdóttir.
Hetta vil so aftur siga, at um eitt gott ár  fer at bera til at fara til handils, til eitt fitness-sentur, til skrivstovur, grannskoðara og mong onnur ting, í einum og sama hús.
Tá fara fólk enn einaferð at kunna staðfesta, at Jákup á Dul megnaði tað sum hann setti sær fyri!