Føroya Tele økir um breiðbandið

Allir privatkundar hjá Føroya Tele, fáa nú tvífalt so høga ferð á breiðbandinum fyri sama prís

Fyri breiðbandshald við háferð fýra-faldar Føroya Tele ferðina í ávísum førum, soleiðis at Føroya Tele bjóðar 8mbit flatrate fyri 2 mbit prís.

Á fleiri privatum haldum við kvotu, tekur Føroya Tele kvotuna burtur og bjóðar veruligt flatrate fyri sama prís.

Hartil varðveitir Føroya Tele nakrar lágferðir, við møguleika fyri at velja nýtslukvotu ella flatratehald.

Føroya Tele broytir haldið sjálvvirkandi, soleiðis at allir privatkundar hava fingið hægru ferðirnar innan 15. juni, sigur Føroya Tele í tíðindaskrivi.