Internetrokningar
Í Sosialinum í gjár skrivaðu vit um kunda hjá Føroya Tele, ið var ónøgdur við internetrokning, ið varð send honum. Grundin til at kundin var ónøgdur var, at hann hevði fingið eina óskilaða internetrokning, og fekk ikki nøktandi svar frá Føroya Tele.
Tá tað kom til stykkis var rokningin avlop frá undanfarna mánaða, og kundi hetta prógvast hjá Føroya Tele.
Hjalgrím Hentze sigur, at tað er avgjørt skeivt, at kundin ikki fær at vita, hví rokningin sær soleiðis út, tá talan er um eina restupphædd frá mánaðanum frammanundan.
? Tað er ógvuliga keðiligt, at slíkt kemur fyri, men vit kunnu heldur ikki tryggja, at slíkt ikki hendir aftur, sigur Hjalgrím Hentze.
Sambært tekniska stjóranum á Føroya Tele, sigur hann, at feilir kunnu stinga seg upp, og harvið kemur ólag á avrokningarskipanina. Tá rokningin verður skrivað vita tey, ið skriva rokningarnar, at tað er avlop frá undanfarna mánaða, og tí skuldu tey gjørt eina viðmerking á rokningina ella viðlagt bræv, ið greiddi frá støðuni,
? Upphæddin, ið gjaldast skuldi var røtt í krónum og oyrum, men tað var bert tíðarskeiðið, ið ikki var rætt, sigur Hjalgrím Hentze at enda.
Men hóast peningaupphæddin er tann rætta, hevur Føroya Tele framvegis skyldu til at upplýsa kundan, hvat tað er, ið hann skal gjalda fyri.