Føroya Symfoniorkestur bjóðar til heystkonsert

Leygardagin 6.oOktober klokkan 19.30 hevur Føroya Symfoniorkestur sína heystkonsert í Norðurlandahúsinum.

Dirigenturin, Bernharður Wilkinson, hevur sett eina skrá saman, sum tey siga er sera spennandi og avbjóðandi.

Tað, orkestrið fer at spæla, er Glinka: "Ruslan og Ludmila" ouvertura, Brahms: Haydn variatiónir og Sibelius: Symfoni nr. 1

Glinka skal hava skrivað "Ruslan og Ludmila" ouverturuna eftir einari nátt, tí hann í skundi hevði brúk fyri einum dømi til næmingar í sínum kompositiónsklassa.

Haydn variatiónirnar hjá Brahms er eitt verk, sum er nógv spælt og vældámt. Tað byrjar við einum korali úr einum blásarverki hjá Haydn – tað mundu flestu halda tá tað kom fram. Síðani koma 8 variatiónir í skiftandi hugløgum, og at enda ein long finala - formað sum ein passacaglia - ið hátíðarliga kemur í hæddina við Koral temanum.

Symfoniin hjá Sibelius byrjar varisliga við eini víðsveimandi klarinett solo yvir eini langari pauku hvirlu. Vit møta hesum hugskoti aftur tá fjórði satsur byrjar, men nú spælt við fullari styrki av strúkarunum akkompagnerað av træ- og málmblásarum.