Í samband við, at “Føroyskir oyggjaleikir" verða fyriskipaðir í Føroyum 8.-11. juli, er Vágur karmurin fyri fleiri kappingum innan ymsar ítróttargreinar.
Hvistan hevur undanfarnu árini skipað fyri Føroya Sunnasta 1/2marathon í september, men í ár verður hetta tiltakið flutt til Juli. Tá verður skipað fyri einari nýggjari rutu, sum ger teinin lættari.
Í ár verður rutan eitt vet øðrvísi, enn undanfarnu árini, sum er ein roynd til nýggja rutu. Byrjað verur á vegnum, ið gongur oman móti Porkeri, og renna móti Vági. Síðan gongur leiðin til Lopra og Akrar, og enda við at renna runt um Vatnið ávegis móti høllini, har málið er.
Luttakararnir møta við ítróttarhøllina á Eiðinum í Vági, har møguleiki er at skifta. Síðan koyra bussar til Porkeris, har rutan byrjar.
Eftir sjálvt 1/2marathon er ætlanin at skipa fyri einari “hugnaløtu” við tónleiki og onkrum ábiti. Meira kunning um ætlanina kemur seinni.
Tekningin er byrjað, og seinasti møguleiki at melda til og ogna sær sína t-shirts, er 20. juni 2021.

Føroya Sunnasta 1/2marathon í Suðuroynni í juli

