Føroya Skipara- og Navigatørfelag stuðlar fólkaatkvøðuni í Katalonia

Sunnudagin skulu kataloniarar á fólkaatvøðu, har avgerast skal, um Katalonia skal loysa frá Spania og gerast sjálvstøðug tjóð.

 

Hetta hevur elvt til nógv stríð í Spania, tí spanska stjórnin og dómsvaldið hava skírt fólkaatkvøðuna, sum katalonska stjórnin sigur er bindandi, sum ólógliga.

 

Spanska stjórnin hevur roynt at leggja fleiri fótonglar fyri fólkaatkvøðuni, millum annað við húsarannsóknum, at handtaka leiðandi katalonskar leiðarar og at leggja hald á atkvøðuseðlar. Fólkaatkvøðan er kortini enn á skrá.

 

Nú fær katalanska stjórnin so stuðul frá føroyskum skiparum og navigatørum. Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur sent eina stuðulskvøðu til katalonska parlamentið og Carme Forcadell i Lluis, forseta.

 

– Felagsskapur okkara, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, vil við hesum vísa okkara fulla stuðul til fólkaræðisliga rættin hjá katalanska fólkinum at atkvøða 1. oktobur og tryggja fólkaræðisliga rættin hjá katalanska fólkinum sjálvi at avgera teirra politisku framtíð, skrivar nevndin í FSN.

 

Í nevndini sita Annfinnur Garðalíð, formaður, Elias Zachariasen, Annfinn Fagraklett, Kristen Friis, Jan Haldansen, Ellintur M. Abrahamsen, Leivur Kristiansen, Niels Jørgen Nielsen, Ólavur Biskupstø, Jákup Gøthe og Svenning Borg.