Føroya sjey undurverk

Sjónvarpið fer næstu tvær vikurnar saman við hyggjarunum at kjósa Føroya sjey undirverk Hyggjararnir skulu í fyrsta lagi senda uppskot við eini mynd til sjónvarpið og týsmorgunin byrjar atkvøðugreiðslan.

Eitt undurverk í hesum høpi er eitt ávíst avmarkað stað, bygningur, minnismerki ella líknandi, har mannahond hevur verið uppi í leikinum. Sostatt eru vøkur náttúrustøð ikki við í hesi kapping, tí har hevur mannahond ikki verið við.

Kravið er eisini, at undirverkið skal vera okkurt, sum eygað kann síggja stendur í tíðindaskrivi frá Kringvarpinum og hildið verður fram:

- Vit kunnu siga, at Føroya sjey undurverk eru tey sjey støðini, sum vit fegnast um at hava sæð og vildu ynskt at onnur eisini sóu og lærdu at njóta ella, sum vit fegin vildu sæð.

Uppskot til Føroya sjey undurverk skulu sendast til adressuna undurverk@kringvarp.fo og mynd skal sendast við.

Navnið á undurverkinum og hvar í landinum vit eru, skal sendast við. Ikki er neyðugt við nakrari frágreiðing. Men kravið er, at mynd verður send við. Heldur ikki er neyðugt at senda sjey uppskot inn.

Tikið verður móti uppskotum til mánakvøldið 16. juli kl. 9.00.

Og sjálv atkvøðugreiðslan byrjar týsmorgunin 17. juli kl. 9.00. Atkvøðugreiðslan endar á middegi hósdagin 26. juli.

Hvørji Føroya sjey undurverk eru, verður avdúkað í ólavsøkusendingini ólavsøkuaftan.

Uppskotini, sum koma inn, vera sum skjótast løgd á heimasíðuna www.kringvarp.fo/undurverk <http://www.kringvarp.fo/undurverk>