Símun sigur, at um hugt verður eftir tølum seinastu árini, so síggja vit, at tað er sera ójavnt, hvussu ymsu skipabólkarnir hava klárað seg og eru fyri.
Teir ymsu skipabólkarnir fiska ymisk fiskasløg og á ymiskum leiðum, men eru eisini undir ymiskum fiskivinnuskipanum, og her liggja orsøkirnar til ymsu gongdina hjá skipabólkunum.
Hvussu ymsu skipabólkarnir koma at klára seg framyvir veldst um, hvussu nýggja fiskivinnuskipanin kemur at verða. Í hvussu er fíggjarliga útgangsstøðið sera ójavnt.
Hugleitt verður um hvussu arbeiðssetningurin hjá nevndini, ið skal gera tilmæli til politisku skipanina um nýggja fiskivinnuskipan eftir 2018, kann koma at ávirka veiðiflotan.