Føroya Shell hevði boðið sínum starvsfólkum við maka og øðrum til fyrilestur hjá kenda danska sjónvarpslæknanum Peter Qvortrup Geisling í høllini á Føroya Læraraskúla fríggjakvøldið 17. juni.
Á ein áhugaverdan hátt, við bæði skemti og álvara, dugdi Peter Qvortrup Geisling sera væl at fáa áhoyrararnar við. Hann segði m.a. frá ymiskum, hann hevði verið úti fyri í sínum starvi sum lækni og frá brøvum og teldupostum, hann hevði fingið. Hann svaraði eisini spurningum, og kom m.a. inn á hvussu strongd ávirkar okkara dagligdag, og hvat vit kunnu gera fyri at fyribyrgja tí.
Peter Qvortrup Geisling er eisini kendur fyri at geva blómur til tey, sum hava uppiborið eitt herðaklapp, og her var einki undantak. Starvsfólkini hjá Føroya Shell høvdu kosið "Ársins Shell rósu", og varð tað Tórður Poulsen,sum starvast á Viðarnesi í Havn, sum fekk hendan heiður. Grundgevingarnar vóru m.a. at hann er "trofast i tjeneste, pålidelig og arbejdsom og helt sikkert den flinkeste person på Viðarnes" segði læknin Peter Qvortrup Geisling. Fýra onnur starvsfólk vóru eisini heiðraði við blómum, tey vóru: Simona Johannesen, sum starvast á Shellstøðini í Gøtudali, Palli Petersen, Sørin Christiansen og Sveinbjørn Jacobsen, sum allir starvast á Viðarnesi í Havn.