Føroya søga á filmi flúgvandi byrjan

Tað hevur gingið sera væl at fáa fólk at lata inn gamlar filmsupptøkur til eina spennandi filmsverkætlan, sum Substanz Nordisk Film og Eik Grunnurin standa fyri -Vit hava fingið eina flúgvandi byrjan. Hetta eru orðini hjá tí entusiastiska og livandi danska filmsstjóranum Troels Uhrbrand Rasmusssen, sum er maðurin afturfyri áhugaverdu filmsverkætlanina undir heitinum: ?Føroyskar søgur - upplivingar úr gerandisdegnum frá 1908 til dagin í dag.?

Við Rás2 í vikuni segði Troels, at móttøkan hevur verið ómetaliga góð.

Tað var herfyri, at Substanz og Eik skipaðu fyri kunnandi fundi um ætlanina og heittu á fólk, sum hava liggjandi gamlar filmsupptøkur um at senda hesar til teirra. Tey fáa so eitt DVD kopi og originalin aftur. Filmarnir verða so partur av ætlanini, har føroyingar og danir fara at finna fram tað besta at brúka. Uni Leitistein Hansen er settur sum researchari og samskipari í Danmark og hevur hann longu skrásett einar 40 filmar í arkivum har. Í Føroyum er tað Birgir Kruse, ein av okkara filmsentusiastum, sum fer at standa fyri verkætlanini. Enn ein føroyingur, Eystein Jakobsen er settur til at klippa filmin til.

Uni Leitistein Hansen segði við Útvarpið hjá Kringvarpinum í morgun, at stórur áhugi er fyri verkætlanini og heitti hann á fólk, sum serliga liggja inni við filmum frá 40-árunum og her ikki minst frá krígsárunum at senda inn.

Til ber at síggja á heimasíðuni hjá EIK, www.eik.fo/filmur, hvussu tú skal bera teg at hevur tú ein film, sum tú vil lata víðari.

Kontaktir annars: Uni Leitistein Hansen 004522490919 og ulh@substanz.dk. Birgir Kruse 581182 og Troels U. Rasmussen 004570262283 og tur@substanz.dk