Føroya Rættur vera dómari í vatnkríggi

Landsverk vil ikki betala fyri vatn, tí tað ger heldur ongin annar á Tvøroyri. Og Strandferðslan vil ikki betala fyri eina tænastu, sum hon ikki fær. Men Strandferðslan heldur kortini dyrnar á gloppi

-Vit vilja hava sama rætt í Tvøroyrar kommunu, sum øll onnur fáa.

Tað er orsøkin til, at Landsverk ikki vil betala fyri at Smyril skal sleppa at bunkra vatn á samferðsluhavnini í Trongisvági.

Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sigur, at varð skrúvað fyri vatninum, høvdu bæði farstøðin og farmahøllin mist vatnið og so høvdu tey verið noydd at stongt. Harafturat hevði Smyril mist vatnið.

- Stóri spurningurin er, um samferðsluhavnir hava rætt til somu ókeypis tænastur í eini kommunu sum aðrir almennir stovnar, virkir og borgarar hava, sum hava fingið íbindingarloyvi frá kommununi, sigur stjórin í Landsverki.

- Ella skal tað bera til at gera undantøk, so at kommunan í hesum føri kann krevja vatngjald frá samferðsluhavnini í kommununi?

Oyvindur Brimnes vísir á, at tað er landið, sum eigur og rekur samferðsluhavnina á Krambatanga, men at Landsverk hevur fingið loyvi til at binda í kommunalu vatnveitingina, akkurát, sum øll onnur í kommununi, bæði almennir stovnar, virki og borgarar.

Tí eigur samferðsluhavnin eisini at fáa vatn og aðrar vanligar ókeypis tænastur frá kommununi á jøvnum føti við øll onnur í somu kommunu.

Stjórin á Landsverk sigur, at naggatódn er komin í málið og partarnir eru samdir um, at ber ikki til at finna semju og tí er neyðugt at royna málið í rættinum.

- Vit bóðu Tvøroyar kommunu royna málið í rættinum, so at ein loysn varð funnin uttan at nerva farstøðina, farmahøllina ella tey ferðandi við Smyrli.

- Hetta setti Tvøroyar kommuna seg ímóti, og helt fast við at skrúva fyri vatninum.

- Tí vendu vit okkum til fútarættin fyri at fáa sett fútaforboð ímóti, at kommunan skrúvaði fyri vatninum og fyri at fáa málið í rættin fyri at fáa eina endaliga avgerð.

Oyvindur Brimnes sigur, at fútaforboðið er sett í verk og nú kemur málið so fyri í Føroya Rætti.


Vilja ikki betala fyri onki

Strandferðslan er næstan líka óviljað at betala rokingarnar frá Tvøroyrar Kommunu, sum Landsverk er.

- Vit vilja ikki betala Tvøroyrar Kommunu fyri eina tænastu, sum vit ikki fáa, sigur Regin Vágadal, stjóri í Landsverki.

Tað er orsøkin til, at Strandferðslan ikki vil betala Tvøroyrar Kommunu havnagjald fyri Smyril, tá ið hann liggur við Krambatanga í Trongisvágsfirði.

Tað er landið, sum hevur bygt og goldið havnina og Smyril kemur ikki í samband við nakað hjá Tvøroyrar Býráð.

- Tí er útgangsstøðið, at tað er burturvið, at landið skal betala fyri at brúka havnina.

Vanliga verður bara betalt fyri eina ávísa tænastu og vit koma ikki nær nøkrum hjá Tvøroyrar kommunu.

- Vit hava heldur ikki brúk fyri loðsi, ella hjálp ella vegleiðing og tí er ongin tænasta at betala fyri.

Men kortini letur Regin Vágadal hurðina standa á gloppi.

Tvøroyrar kommuna hevur eina havnaskrivstovu og tað kann vera, at vit onkuntíð hava brúk fyri at koma í samband við havnaskrivstovuna at spyrja um veður, ella til okkurt annað.

Og tað er ein spurningur, um vit ikki høvdu verið sinnað at funnið onkra semju við Tvøroyrar Kommunu um at betalt eina lítla upphædd fyri at hava tað tænastuna til taks.

Men stjórin á Strandferðsluni leggur dent á, at tað verður ikki ein upphædd, sum er nær í námind av tí, sum Tvøroyrar Kommuna krevur.

Sí eisini greinina: Vatnkríggj ímillum Tvøroyrar Býráð og Landsverk.