Føroyska sendistovan í Keypmannahavn hevur havt fund við umboð fyri kiesisku sendistovuna í Keypmannahavn.
– Umboðsmaður okkara í Keypmannahavn hevur havt ein fund og vitjað kinesisku sendistovuna og tosða um tað, sum fór fram. Báðir partar harmast tað, sum hent er, og vit vóna, at tað ikki endurtekur seg, sigur Bárður Nielsen, løgmaður við DR Nyheder.
Les eisini: Hetta er tað sum Kringvarpið ikki sleppur at fortelja um Huawei
Talan var sum kunnugt um ljóðfíl, sum er umfataður av fútabanni, sum setti eld í eitt størri politiskt stríð i Danmark og kring heimin um, hvussu stórveldið Kina uppførir seg á uttanríkispolitiska pallinum.
Men løgmaður heldur ikki, at tann stóri skaðin er hendur av hesum stríði.
– Eg havi tað fatan, at skaðin ikki er hendur. Men er harmist málið, og eg vóni, at tað ikki endutekur seg, sigur løgmaður við DR.
/ritzau/